Vøkstur í lønarútgjaldingum

Men munurin millum kynini veksur framvegis

Í juni í ár vóru góðar 830 milliónir útgoldnar í lønum, og tað er um 50 milliónir meira samanborið við sama tíðarskeið í fjør, boðar Hagstovan frá í dag.

Vøkstur er í lønarútgjaldingum fyri bæði mannfólk og konufólk, men munurin er vaksandi.

Lønarútgjaldingarnar til menn í juni var 520 milliónir, meðan parturin hjá kvinnunum var 320 milliónir, ein munur á 200 milliónir. Í 2014 var munurin millum kynini 140 milliónir, og lønarútgjaldingarnar til menn eru sostatt voksnar 60  milliónir meira enn hjá kvinnunum seinastu fimm árini.

Tað er framvegis almenna tænastuvinnan, ið hevur størstu lønarútgjaldingarnar, 278 milliónir, ella góð 33,5 prosent. Síðani kemur privata tænastuvinnan við 260 milliónum, ið eru góð 31,5 prosent. Tænastuvinnurnar eiga sostatt um 65 prosent av samlaðu lønarútgjaldingunum. 20 prosent av lønarútgjaldingunum eru í fiski- og aðrari tilfeingisvinnu, meðan 15 prosent eru í byggi- og tilvirkisvinnu.

Lønarútgjaldingarnar eru nógv størst í høvuðsstaðarøkinum. 337 milliónir krónur vóru í juni útgoldnar í Suðurstreymoy, og tað er um 40% av samlaðu lønarútgjaldingunum. Næststørsti parturin er í Eysturoy, har góðar 184 milliónir krónur vórðu útgoldnar í juni.