Vøksturin í fólkatalinum hevur sett nýtt met

Fólkatalið er ongantíð vaksið so nógv í einum ári, sum tað er vaksið hetta seinasta árið

 

 

Hetta seinasta árið, frá september í 2018 til september í 2019, vaks fólkatalið í Føroyum 938 fólk og Hagstovan sigur, at í tali er hetta tað mesta nakrantíð, at fólkatalið er vaksið upp á eitt ár.

Sostatt búðu 51.969 fólk í Føroyum tann 1. september í ár og tað eru 1,8 prosent meiri enn fyri einum ári síðani.

Men fyri 44 árum síðani, í 1975, búðu 40.400 fólk í Føroyum, men tað árið vaks fólkatalið 792 fólk, ella tvey prosent.

Ein orsøk til stóra fólkavøksturin nú, er, at tað vórðu fødd 288 børn fleiri enn tað vóru fólk, sum doyðu, samstundis sum at tað fluttu 650 fólk fleiri til Føroyar enn tað fluttu av landinum, og tað er eisini met.

Hesi seinastu árini eru eini 50 børn fødd í Føroyum um mánaðin, men nú fer tað at tátta upp ímóti 60 børnum, sum verða fødd um mánaðin.

Tað svarar til, at eini 700 børn verða fødd um árið og so høgt hevur burðartalið ikki verið hesi seinastu 14 árini.

Talið á deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og er umleið 30 fólk um mánaðin.

Fyrsta august búðu 52.122 fólk í Føroyum, men tað er vanligt at fólkatalið minkar í august, tá ið ungdómar í stórum tali fara av landinum í lestrarørindum.

Hagstovan sigur, at verður gongdin í ár, nakað sum í fjør, fer fólkatalið skjótt aftur upp um 52.000 fólk.