Vøkur prýðis páskaregg við fjaðrum

Hesi øðrvísi eggini eru løtt og skjót at evna, og tey kunnu verða ómetaliga vøkur og snøgg hóast einfalda sniðið. Tað er upplagt, at børnini eisini sleppa uppí

Hesi øðrvísi eggini eru løtt og skjót at evna, og tey kunnu verða ómetaliga vøkur og snøgg hóast einfalda sniðið. Tað er upplagt, at børnini eisini sleppa upp í at prýða eggini, sum síðani kunnu hangast á greinar, í vindeyguni, á urtapottar og aðra staðni í húsinum.

 

##med2##

 

Tilfar:
Silkiband

Vanlig blást egg

Sterkt Lím/lakk Smáir fjaðrar

Pensil

 

Mannagongd:
Ger eina lykkju, og líma silkibandið á eggið. Vel fjaðrar, sum passa til eggið, og líma tær á. Brúka ein bleytan pensil til at líma fjaðrarnar á eggið við. Brúka ein harðari pensil til at skilja fjøðurina sundur, um hon klistrar saman, tá tú límar hana á eggið. Er fjøðurin tjúkk, so kann vera, at límast skal nakrar ferðir. Hang eggið at turka