Volkswagen mest seldi bilur ár – Ford mest seldi í august

Eins og í julimánaði, so var Ford eisini mest seldi bilur í augustmánaði.

Tað vísa hagtøl frá Akstovuni, sum hvønn mánað ger upp søluna av nýggjum akførum í Føroyum.

Mest seldi bilur á ár er Wolksvagen

Mest selda bilmerki higartil í ár er framvegis Volkswagen, sum eftir sølutølini fyri junimánað fór fram um Nissan, sum hevði verið mest seldi bilur í Føroyum fyrstu fimm mánaðirnar í ár.

Ford liggur soleiðis á odda annan mánaðin á rað, hóast Volkswagen framvegis er mest seldi bilur í ár.

Talvan niðanfyri vísir 10 tey mest seldu bilasløgini fyrstu sjey mánaðirnar í ár:

 

 

Bilmerki

Akf.tal

VOLKSWAGEN

243

FORD

213

TOYOTA

213

NISSAN

208

RENAULT

188

VOLVO

105

MITSUBISHI

98

SUZUKI

97

CITROEN

93

MERCEDES-BENZ

81

 ##med2##

Talvan niðanfyri vísir 10 tey mest seldu bilasløgini í augustmánaði:

 

Bilmerki

Akf.tal

FORD

41

TOYOTA

25

VOLKSWAGEN

25

SUZUKI

17

RENAULT

16

MITSUBISHI

14

NISSAN

14

VOLVO

13

KIA

12

MERCEDES-BENZ

11

Ford er annan mánaðin á rað mest seldi bilur í Føroyum