Volvo kallar 500.000 bilar innaftur

Vandi er fyri eldi í motorrúminum.

Talan er um eina fyribyrgjandi afturtøku av Volvo bilum, framleiddir millum 2014-19, ið hava dieselmotor við tveimum og fýra sylindarum.

Í Danmark verður mannagongdin tann, at skattamálaráðið sendir eigarunum eitt kunnandi bræv, har tað verður eggjað til at fáa bilin á eitt verkstað, soleiðis at bilurin kann sýnast og fáa eina tøkniliga dagføring.

Jan Larsen, Volvo umboð í Danmark, sigur við danska kringvarpið, at eigararnir framvegis kunnu koyra omanfyrinevndu bilarnar uttan at stúra.

- Men leggur man til merkis illgrunaverdan lukt úr motorrúminum, áðrenn sloppið verður til sýn, skal bilurin steðgast umgangandi og ringja til Volvo, sigur Jan Larsen.