Vónandi er tað eitt krav at manningarnar verða kannaðar

Seinastu tímarnir eru 7 útlendsk skip komin at liggja við bryggju í Runavíkar Havn. Vónandi var tað eitt krav frá myndugleikunum á staðnum, at manningarnar á skipunum vóru Korona kannaðir áðrenn skipini fingu loyvi at koma til bryggju, eins og gjørt verður á flogvøllinum og í sambandi við ferðamannaskipini.

Roknast kann við einum samlaðum manningatalið upp í móti 400, og hugsast kann, eins og í Klaksvík at smittuvandi er til staðar.

Tað eigur eftir mínum tykki, ikki at koma fyri, fremmand skip fáa loyvi at koma inn í Føroyskar havnir, uttan at manningarnar eru Korona kannaðar. 

Koronafarsóttin er tann mest álvarsama heilsukreppan nakrantíð sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari hjá Heimsheilsustovninum WHO.