Vónandi fara fleiri at gera sum tey í Runavík og á Nesi

Hetta er gleðiligt og hevur stóran fyribyrgjandi týdning, sigur Fólkaheilsuráðið

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, fegnast

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, fegnast

Vónandi fara fleiri kommunur nú at gera tað sama, sum Runavíkar Kommuna, og Nes kommuna, hava gjørt.

Tað sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

Hann sipar til avgerðina hjá teimum báðum kommununum um at geva øllum børnum og ungum ímillum 6 og 18 ár eitt frítíðarkort, sum ger tað ókeypis hjá teimum at vera við í alskyns frítíðarvirksemi.

Endamálið er at geva øllum børnum og ungum javnbjóðis møguleikar at vera við í alskyns frítíðarvirksemi, sama hvussu góð ráð foreldrini hava at rinda limagjøld og luttøkugjøld í ymsum ymsum feløgum og til ymisk tiltøk.

Samstundis fara tær báðar kommunurnar undir eitt samstarv, so børnini, og tey ungu, kunnu fara til ókeypis frítíðarvirksemi hjá hvørjum øðrum.

Fólkaheilsuráðið vísir á, at hetta er ein skipan, sum er kend úr Íslandi og har eru royndirnar sera góðar, tí mett verður, at hetta hevur stóran, fyribyrgjandi týdning

– Tí er tað gleðiligt, at føroyskar kommunur nú taka ein virknari lut í at tryggja øllum atgongd til ein sunnan og mennandi frítíðarfelagsskap, sigur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum.

– At øll børn og ung fáa javnbjóðis møguleikar  at taka lut í frítðiðarvirksemi, og sostatt at gerast partur av einum sterkum, sosialum og sunnum felagsskapi, er heilt avgerandi fyri fólkaheilsuna, leggur hann afturat.

Hann sigur, at tað er eisini í samsvari við arbeiðið hjá Fólkaheilsuráðnum fyri betri sálarligari heilsu, at børn og ung fáa betri møguleikar at verða við í felagsskapinum, sum er í frítíðarfeløgunum.

– Flestu frítíðartilboðini eru kommunal ábyrgdarøki, tí kommunurnar eiga vøllir, hallir og bygningar, har hetta virksemið fer fram. Og tí eiga kommunurnar eisini at tryggja, at allir borgar hava javnbjóðis møguleikar fyri at taka lut í frítíðarvirksemi, sum passar til teirra, sigur Magni Mohr.

Runavíkar Kommuna varð tann fyrsta kommunan at seta hesa skipanina í verk, og nakrar dagar seinni gjørdi Nes Kommuna tað eisini.

Nú er vegurin vístur fyri hinar kommunurnar, og vónandi fara aðrar kommunur at veita sínum ungu borgarum somu fyritreytir fyri einum ríkum og fjølbroyttum frítíðarlívi, sigur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum. 

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, fegnast