Vónargudstænasta í Vesturkirkjuni týskvøldið

Týskvøldið, 17. desember klokkan 19:30, verður árliga vónargudstænastan í Vesturkirkjuni

 

 

Gudstænastan er ætlað at geva íblástur og at birta vón til øll, sum ynskja eina stilla løtu í Guds húsi, ella sum hava tungt at bera.

Henda gudstænastan hevur verið í nøkur ár beint undan jólum.

Vit hoyra eina andakt og syngja jólasálmar. Eisini verður altargongd og høvi at skriva bøn og at tendra ljós, siga prestarnir í Vesturkirkjuni í tíðindaskrivi.

Kirkjukaffi verður aftaná og hugni í kirkjukjallaranum.

Eisini kann ein fáa eitt prát við ein av prestunum.

Prestarnir, tengdir at Vesturkirkjuni, Heri Joensen, Bergur Debes Joensen og Derhard Jógvansson, taka allir lut.