Vrakað asfaltverkið kostaði 33,4 milliónir

Síðan 2016 hevur Landsverk brúkt 33,4 milliónir krónur upp á eitt asfaltverkið, ið nú er vrakað.

Tað framgongur í svarinum, ið Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur veitt Beintu Løwe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, ið hevur sett landsstýrismanninum ein §52a fyrispurning um asfaltverkið á Sundi.

- Sambært roknskapi hjá Landsverki fyri asfaltverkið á Sundi fram til nú hava útreiðslurnar av leigu, umvælingum, keypi o.t. verið 33,4 mió.kr, skrivar landsstýrismaðurin í svarinum.

Av teimum 33,4 milliónunum eru umleið 16 milliónir krónur brúktar upp á leigu av verkinum frá 2016 til 2018 og umleið 9 milliónir krónur upp á viðlíkahald og nýgerð í árunum 2016 til 2019.

Tá Landsverk síðan keypti asfaltverkið fyri 8,7 milliónir krónur í apríl í ár, gjørdist samlaður kostnaðurin um 33,4 milliónir krónur.

Men hóast tað einans er hálvt ár síðan, at verkið bleiv keypt, er nú avgjørt at vraka tað. Tann avgerðin bleiv tikin í kjalarvørrinum av einum arbeiðsóhappi á verkinum 23. august.

Í svarinum til tingkvinnuna ger landsstýrismaðurin eisini greitt, at alt málið við asfaltverkinum verður kannað nærri.