Vrakaði krúnprinsurin rýmir úr Liberal Alliance

Flokkurin fer nú úr fýra niður í tríggjar tinglimir

Simon Emil Ammitzbøll-Bille. Mynd: Ritzau / Scanpix

Simon Emil Ammitzbøll-Bille. Mynd: Ritzau / Scanpix

Liberal Alliance fekk ein frammaná á fólkatingsvalinum í summar, tá flokkurin inkaði við 5,2 prosentstigum og fór úr trettan til fýra tinglimir. Serliga stórur var smeiturin, tá tað gjørdist greitt, at stovnarin og formaður í flokkinum, táverandi danski uttanríkisráðharrin Anders Samuelsen, var millum teirra, ið misti tingsessin.

Og í dag minkaði tingbólkurin uppaftur meira, tá Simon Emil Ammitsbøll-Bille boðaði frá, at hann fer úr flokkinum, har hann hevur verið limur í 10 ár.

Tað var á sosiala miðlinum Facebook, at hann í dag boðaði frá, at hann fór úr flokkinum.

- Aftaná stóra valósigurin í juni hava vit sjálvandi roynt at endurnýggja flokkin, men tað er vorðið greitt fyri mær, at vit ikki eru samd um eina framtíðar kós. Man kann siga, at lastikkið helt ikki longur, skrivar hann á Facebook og leggur afturat.

- Spurningurin er sjálvandi: Hví verði eg ikki verandi og stríðist. Men smakka líka á orðið stríðist. Tað smakkar av bardaga ella kríggj, og kríggj er aldrin gott fyri politiskar flokkar.

Simon Emil Ammitsbøll-Bille var annars mettur at vera krúnprinsurin í flokkinum og hann, ið skuldi taka við eftir Anders Samuelsen, men í nýggja og skerda tingbólkinum var undirtøka ikki fyri at halda fram við tí leisti, ið Anders Samuelsen og hansara sameindu høvdu ført.

Í staðin gjørdist nýggi formaðurin nývaldi tingmaðurin Alex Vanopslagh, sum bleiv valdur uttan mótvalevni.

Umframt Alex Vanopslagh eru Henrik Dahl og Ole Birk Olesen einastu politisku umboðini hjá Liberal Alliance á Fólkatingi, meðan Simon Emil Ammitsbøll-Bille framyvir verður leysgangari.  

Simon Emil Ammitzbøll-Bille. Mynd: Ritzau / Scanpix