Vrakar tilboðið frá Netanyahu

Benny Gantz og teir Bláu og Hvítu skoyta ikki um nakað samstarv við forsætisráðharran

Netanyahu. Mynd: Ritzau Scanpix

Netanyahu. Mynd: Ritzau Scanpix

Tað kemur ikki upp á tal, at teir Bláu og Hvítu fara í nakað samstarv har Benjamin Netanyahu, ísraelski forsætisráðharrin, er á odda. Tað er greiði boðskapurin frá Benny Gantz, leiðari fyri teir Bláu og Hvítu, aftaná at forsætisráðharrin fyrr í dag legði upp til eitt samstarv millum flokkarnar har teir báðir leiðararnir býtast um at vera forsætisráðharri. Tað skrivar Danmark Radio.

Tað gjørdi forsætisráðharrin eftir, at valúrslitið staðfesti, at hvørki Likud, ið er flokkurin hjá forsætisráðharranum, ella teir Bláu og Hvítu vunnu meirilutan.

Enn er valúrslitið ikki endaliga góðkent, men fyribils vísa uppteljingarnar at teir Bláu og Hvítu fingu 33 tinglimir, meðan Likud fekk 31 tinglimir. 120 limir eru í ísraelska parlamentinum.

Hvørgin av flokkunum hava higartil megna at savnað ein parlamentariskan meiriluta fyri eini stjórn aftaná valið týsdagin.

Tískil bendir alt á, at tað verður forsetin Reuven Rivlin, ið má peika á tann av floksformonnunum, ið hann metir hevur besta møguleikan at skipa eina stjórn.

Sambært DR fær viðkomandi síðan 42 dagar at skipa stjórnina. Um tað ikki eydnast fær onkur annar 28 dagar til somu uppgávu. Um heldur ikki tann royndin eydnast kann forsetin útskriva nýval.

Netanyahu. Mynd: Ritzau Scanpix