Vunnu Nobel heiðursløn fyri litium-ion battarí

Nobel heiðurslønin innan evnafrøði bleiv handað í dag

Mynd: Scanpix/Ritzau

Mynd: Scanpix/Ritzau

Tríggir vísindamenn fingu í dag handað Nobel heiðurslønina innan evnisfrøði fyri teirra menning av litium-ion battarínum. Tað skrivar bretska tíðindastovan BBC.

Tað eru teir tríggir vísindamenninir John B. Goodenough, M. Stanley Whittingham og Akira Yoshino, ið allir verða heiðraðir fyri teirra arbeiði innan at menna battaríið.

Litium-ion battaríið er eitt lítið og lætt battarí, ið kann løðast av nýggjum, og verður brúkt í millum annað fartelefonum, farteldum og el-bilum.

Teir tríggir vísindamenninir hava aldrin arbeitt saman í menningini av battarínum, men mett verður, at teir hvør sær hava ment tað so mikið nógv, at teir eiga ein stóran part í æruni fyri nýtsluni av tí í dag.

Handanin í dag er eisini søgulig, tí 97 ára gamli John B. Goodenough er elsti móttakari av eini Nobel heiðursløn nakrantíð. 

Mynd: Scanpix/Ritzau