VVS Import - ein veitari við spennandi loysnum

- Við einari Salus-Control skipan fært tú ikki bert eina gólvhitastýring, men tú fært eisini ein hóp av øðrum møguleikum, sigur Jóhan Hendrik Hansen, sum hevur drúgvar royndir á sínum øki.

 

Sp/f VVS Import í Vestmanna umboðar og selur loysnir innan HVS (hita, vatn og sanitet), ventilatiónsskipanir, loysnir til sprinkling, trýstluft, størri og smærri avfuktaraskipanir og annars alt innan hesi øki.

Tað er Jóhan Hendrik Hansen, sum eigur og rekur fyritøkuna, ið tekur sær av sølu, ráðgeving og tænastuveiting. Fyritøkan átekur sær eisini praktiskar uppgávur í samband við sølu og veitingar, og tá keypir VVS Import seg til hesar tænastur.

Maðurin aftan fyri VVS Import hevur í nógv ár starvast innan vvs-økið, og hann var eitt nú á skrivstovuni hjá einum størri føroyskum veitara í fleiri ár.

Jóhan Hendrik Hansen hevur soleiðis bæði ráðgivið og havt um hendi leiðslu og ábyrgd í fleiri verkætlanum, eins og hann hevur drúgvar royndir í at rokna út tilboð.

- Eg havi ikki ein fysiskan handil, men bílagt verður so hvørt, sum viðskiftafólk og feløg spyrja eftir teimum loysnum, sum vit hava í okkara konsepti, sigur hann.

 

Varmapumpur

VVS Import umboðar og selur tvær vælumtóktar og dygdargóðar varmapumpur, Polar Energy og Flexit, sum báðar borga fyri bestu dygd. Fyritøkan er eisini góðkend sum veitari av varmpumpum, og tað er Umhvørvisstovan, sum stendur aftan fyri hesa góðkenning.

- Tá fólk keypa hesar skipanir, havi eg undirveitarar, sum leggja el og rør og annars syrgja fyri, at skipanin kemur upp á pláss. Síðan taka vit okkum eisini av tænastuveiting, tá skipanin er komin upp at koyra.

Jóhan Hendrik Hansen vísir á, at báðar skipaninar eru luft-til-vatn skipanir, og tað merkir, at fólk, sum vilja leggja um frá oljufýri til varmapumpu, kunnu brúka tær instalatiónir, sum frammanundan eru í húsinum - antin húsini hava radiatorar ella gólvhita.

- Taka vit skipanina hjá Polar Energy, er tøknin her øðrvísi enn í vanligu varmapumpunum, vit kenna í Føroyum. Henda skipan er enn meira orkuvinarliga, og hon gevur nógva orku og nógv sera heitt vatn.

Hann sigur, at Flexit-varpapumpan hevur ongan útipart, og hvørki Polar Energy ella Flexit krevja nakað borihol.

- Flexit-varmapumpan er ein ventilatiónspumpa, sum vit rópa hana. Hon gevur sera nógvan hita og heitt vatn og eisini ventilatión til húsini.

Jóhan Hendrik Hansen sigur, at síðan hann byrjaði at selja varmapumpur hjá Polar Energy og Flexit í fjør, hevur hann selt fleiri skipanir til sethús, og hesar hava riggað sera væl.

- Vit hava eisini størri pumpur, sum kunnu brúkast til allar bygningar, leggur hann aftrat.

 

Salus gólvhitaskipan

VVS Import umboðar og selur eisini eina gólvhitaskipan av merkinum, Salus-Control, og tað eru nógvir møguleikar við hesi skipan.

- Við einari Salus-Control gólvhitastýring fært tú ikki bert eina gólvhitastýring, men tú fært eisini ein hóp av øðrum møguleikum.

Jóhan Hendrik Hansen vísir á, at umframt, at tú sjálvandi stýrir tínum gólvvarma við rúmtermostatum, kanst tú eisini - um tú hevur fingið tær eina Gateway - eisini stýra skipanini á snildfon, teldli ella teldu.

- Møguleiki er eisini at knýta aðrar eindir til hesa skipan, eitt nú – 

* Radiatortermostatar

* Hurða-og vindeyga sensorar

* Smart relé til stikkontakt

* Roykvarnarar

* Vatnlekafráboðara

- Líkamikið, hvar tú er staddur, kanst tú síggja og stýra varmanum, síggja um vindeygu ella hurðar eru opnar og fáa boð um eld. Við smart relé’num kanst tú eisini tendra og sløkkja ymiskan el-útbúnað, sigur Jóhan Hendrik Hansen, sum eisini vísir til sína heimasíðu - vvs.fo - um neyvari kunning um ymiskt av tí, sum VVS Import umboðar og selur.

Niðan fyri her eru eisini nakrar leinkjur -

Hitapumpa - www.polarenergi.com

Hitapumpa - www.flexit.no

Stýringar til sparing av orku v.m. - www.salus-controls.com/dk/

Luftreinsari - www.ventitech.no