Nýggi Hyundai Tucson 2021.

Waag umboða nú Hyundai

Hyundai er eitt kent bilmerki í Føroyum, sum Norðbil við Oyggjarvegin hevur selt í mong ár.

 

Waag umboða nú Hyundai í Føroyum.

Hetta hendir, samstundis sum Mitsubishi taka seg aftur á evropeiska marknaðinum. Waag umboðar framvegis Mitsubishi og veita kundunum allar tænastur.

Hyundai er eitt kent bilmerki í Føroyum. Norðbil við Oyggjarvegin hevur selt Hyundai í mong ár.

Pauli Waag, stjóri í Waag, sigur, at Hyundai hevur eitt sera spennandi program við eitt nú elbilum, plugin hybrid og brintbilum.

Tað eru nógv modell at velja ímillum - heilt frá tí minsta Hyundai i10 til tann stóra Hyundai Santa Fe. Ein heilt nýggjur Hyundai Tucson er júst nú komin á marknaðin.

Waag umboða eisini Mercedes-Benz, Renault og Dacia. Birgir Dam Jacobsen, stjóri í Norðbil, ynskir Paula Waag bestu eydnu við Hyundai.

 

 

Nýggi Hyundai Tucson 2021.