Warren førir í Iowa

Fyrsta undanvalið verður 3. februar í statinum

Joe Biden og Elizabeth Warren. Mynd: Scanpix Ritzau

Joe Biden og Elizabeth Warren. Mynd: Scanpix Ritzau

Hillary Clinton gjørdist fyrsta kvinnuliga forsetavalevni í einum av stóru flokkunum í amerikanskum politikki, tá hon fyri trimum árum síðan vann tilnevningina at gerast forsetavalevni hjá demokratiska flokkinum.

Tað eydnaðist tó ikki at gerast fyrsta kvinnan í forsetaembætinum, tá hon tapti valið móti republikanska valevninum Donald Trump.

Men nú røkist fyri, at ein onnur kvinna fær kjansin at vinna á Trump. Í veljarakanningunum liggur Elizabeth Warren nevniliga í hølinum á Joe Biden, fyrrverandi varaforsetanum hjá Barack Obama, ið hevur ligið klárt á odda síðan hann kunngjørdi, at hann stillar upp.

Meðan Joe Biden liggur á odda í veljarakanningunum, ið eru fyri alt landið, hevur Elizabeth Warren nú yvirhálað kappingarneytan í veljarakanningunum í Iowa.

Orsøkin til at Iowa hevur áhuga er tann, at Iowa er fyrsti staturin í undanvalinum, har flokkarnir velja forsetavalevni. Eftir ætlan verður undanval í statinum 3. februar.

Og sambært yvirlitinum hjá Real Clear Politics, ið samanber tær nýggjast veljarakanningarnar, liggur Elizabeth Warren í miðal 2,7 prosentstig frammanfyri Joe Biden.

Í teimum trimum veljarakanningunum, ið eru gjørdar hesa vikuna í statinum, fær hon 23,0 prosent, meðan Joe Biden fær 20,3 prosent. Nummar trý er Bernie Sanders við 13 prosentum, meðan Pete Buttigieg fær 11,3 prosent.

Amerikanska forsetavalið er í november 2020. 

Joe Biden og Elizabeth Warren. Mynd: Scanpix Ritzau