Watson sleppur ikki at tosa á ST ráðstevnu

Sea Shepherd leiðarin er útihýstur frá tiltaki í New York í dag

Leiðarin í felagsskapinum Sea Shepherd sleppur ikki at halda røðu á ráðstevnuni »U.N. Word Ocean Day«, sum Sameindu Tjóða (ST) skipa fyri í New York í dag.

Paul Watson kundi hugsað sær at fingið høvi at sagt okkurt á degnum, men hann er ikki vælkomin á ráðstevnuni. Watson gevur japanarum skyldina fyri, at hann er útihýstur frá tiltakinum. Sambært Sea Shepherd leiðaranum skal Nippon Foundation, sum er ein høvuðsstuðul fyri dagin, hava givið boð um, at Paul Watson sleppur ikki at luttaka. Orsøkin skal vera mótstøðan hjá Sea Shepherd í móti japanskari hvalaveiði. Paul Watson er tó farin til New York, og hann ætlar sær í dag at halda røðu aðrastaðni í býnum.