Watson: Vit mugu herja á Føroyar

Avgerðin hjá skotska sangaranum Lewis Capaldi at avlýsa sína framførslu á G-festivalinum tykist at hava givið blóð upp á tonnina hjá teimum, ið ynskja at steðga grindadrápi.

Paul Watson, leiðari fyri felagsskapin Sea Shepherd, ið hevur mótmælt grindadráp í meira enn 30 ár, heitir nú á sínar fjepparar um at herja á Føroyar við sínum myndatólum.

- Vit noyðast at herja og loypa á hesar óndu oyggja við tí mest máttmikla vápninum, ið nakran er skapt – myndatólinum, skrivar hann í eini viðmerking til sínar fylgjarar á Facebook.

Í viðmerkingini heitir hann á fólk um at leggja trýst á føroyskar og danskar myndugleikar við at gera tilfarið tøkt á sosialum og altjóða miðlum, og samstundis bumba Danmark og Føroyar við brøvum, mótmælisskrivum og rættarmálum.

Aftrat tí mælir hann til, at boykotta føroysku fiskivinnuna og ferðavinnuna, umframt at heita á tónleikarar um at halda seg burtur frá Føroyum.

- Vit mugu steðga sadistisku andstygdina, ið kallast grindadráp, endar hann áheitanina við.

Tað er ikki nakað nýtt, at Sea Shepherd brúkar myndatilfar í sínari herferð móti føroyska grindadrápinum, men hevur júst tað verið høvuðsamboðið hjá felagsskapinum seinnu árini. Millum annað hevur man seinnu árini á Facebook síðuni Sea Shepherd Faroe Islands Campaign kunnu fylgt við beinleiðis sendingum frá bæði grindadrápi og tá grindin verður skorin upp.