Wavefoil neyvan nøkur kollvelting

- Nú eigur Wavefoil-skipanin, sum er sett í Teistan, at sleppa at standa sína roynd, sigur skiparin, Hávard Dahl.

 

 

Tað eru ymiskar meiningar um, hvussu Wavefoil-skipanin umborð á Teistanum roynist – um hon ger mun, og hvønn mun hon ger. Skipanin hevur nú verið roynd, síðan Teistin kom aftur at beding á skipasmiðjuni Mest fyri 14 døgum síðan.

Ferðafólk, sum dagliga sigla við skipinum, halda seg ikki merkja nakran serligan mun. Onkur heldur, at okkurt merkist. Onnur, at alt er, sum tað var, og í triðja lagi heldur onkur, at skipið kanska uppførdi seg betur, áðrenn Wavefoil-skipanin varð sett í.

Teistin er fyrsta ferðafólkaskip, sum roynir Wavefoil-skipanina hjá fyritøkuni í Tróndheimi í Noregi, sum hevur ment hesa skipan, og tað er í samstarvi millum hesa fyritøku og skipasmiðjuna Mest, sum í sínari tíð bygdi Teistan, at hesar royndir nú verða gjørdar.

Wavefoil-skipanin er sett í Teistan beint aftan fyri kúlustevnið. Tveir ”veingir” kunnu koyrast út – ein hvørju megin – og veingirnir kunnu takast inn aftur, tá veðrið er gott, og tørvur ikki er á teimum.

Hugskotið er, at skipið skal stoyta minni, tá siglt verður upp ímóti aldu.

Ein av skiparunum umborð á Teistanum, Hávard Dahl, sigur við Sosialin í dag, at ymiskar meiningar eru um, hvønn mun skipanin ger. - Onkur av manningini heldur, at skipið er stabilari í sjónum, tá siglt verður upp ímóti.

Hávard Dahl heldur, at tað kann væl vera, at so er, tó at tað ikki merkist serliga týðiliga. Hinvegin heldur ikki, at talan er um nakað ”vau…” sum merkist týðiliga, sum skiparin tekur til. Hann heldur tó, at tað enn er nakað tíðiga at gera nakra endaliga niðurstøðu.

Spurdur, um tað kann hugsast, at skipanin fer at spara olju undir sigling, sigur Hávard Dahl, at tað dugir hann ikki at meta um. - Slíkir veingir, sum eru úti, skapa eisini eina ávísa mótstøðu, men tað kann jú vera, at oljunýtslan verður nakað minni, um veingir gera, at skipið stoytir minni og soleiðis skal trýsta minni sjógv frá sær.

- Tað dugi eg ikki at meta um, men tað fer so tíðin at vísa, leggur hann aftrat í samrøðu við Sosialin í dag, har ein størri samrøða er við skiparan um, hvussu hann higartil hevur upplivað Wavefoil-skipanina.