Wavefoil skal gera siglingina behagiligari

Skip í aldu brúkar nógv meira olju enn í góðum veðri, og tað skulu ikki stórar aldur til, áðrenn oljunýtslan veksur.

 

 

 

Endamálið við Wavefoil-skipanini hjá fyritøkuni í Tróndheimi í Noregi er at gera siglingina behagiligari, eins og oljunýtslan skal minka munandi. Hugskotið hevur leingi verið kent, men trupulleikin hevur verið, hvussu skipanin skal fremjast í verki.

Wavefoil hevur nú ment skipanina frá hugskoti til framleiðslu, og fyritøkan hevur fingið nakrar miljónir krónur í stuðli frá eitt nú NTNU Discovery, Granskingarráðnum í Noregi og Innovasjon Norge.

Skip í aldu brúkar nógv meira olju enn í góðum veðri. Tað skulu ikki stórar aldur til, áðrenn oljunýtslan veksur. Haraftrat er tað fyri mong rættiliga óbehagiligt at vera umborð á skipi, sum rullar illa og øll, sum fáa sjóverk, vita, hvussu tað kennist.

- Umborð á einum ferðafólkaskipi hevur sjóverkur við sær, at færri pengar verða brúktir í matstovum, barrum og handlum, og siglingin kann fáa ringa umtalu, siga tey, sum standa aftan fyri Wavefoil-skipanina.

Á nútímans ferðafólkaskipum er vanligt við sonevndum stabiliseringveingjum, sum gera stóran mun, tá skipið annars rullar úr einari síðu í aðra.

Í prinsippinum kunnu slíkir ”veingir” eisini staðsetast í bógvin á skipinum, soleiðis at skipið ”trampar” minni, tá siglt verður upp ímóti aldu.

Trupulleikin hevur bara verið, hvussu hetta skal loysast, og tað er júst hetta, sum fyritøkan Wavefoil hevur arbeitt við at menna og sum nú verður roynd umborð á Teistanum.

Hinvegin er tað eisini reinur logikkur, at tá skipið ”trampar” minni, verður talan eisini um orkusparing. Avbjóðingin hjá Wavefoil hevur verið at ment eina skipan, sum kann standa í tí lutfalsliga lítla plássinum, sum er har frammi í skipinum.