Wenzel letur upp nýggjan sølubygning í dag

Í dag er upplatingarveitsla úti í Akranesgøtu 5 í Havn, har Ford og Volvo umboðið í Føroyum, P/F Wenzel, heldur til og hevur bygt nýggjan stásiligan framsýningar bygning.

Wenzel er elsta bilasøla í Føroyum. Wenzel Petersen var sjálvur annar, sum seldi fyrsta bilin í Føroyum, sum kom til landið 6. mai í 1922.

Nýggja høllin hjá Wenzel er 1800 fermetrar, harav góðir 600 fermetrar eru til framsýningar- og søluhøll.

##med2##

Í mun til gamla bygningin er hesein heitur og flísar eru á gólvinum. Inni í høllini stendur ein ser snotuligur Ford Mustang frá 1966, sum er komin at vitja til høvið.

Dyrnar lata upp nú klokkan 11 og opið verður til klokkan 15 í dag. Frá klokkan 12 til 14 verður undirhald við Bubu og jólamaðurin kemur eisini á vitjan við pakkum.

##med3##

Hjá Wenzel starvast 40 fólk.

Tað er Rúni Djurhuus, sum eigur og rekur P/F Wenzel.

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

Rúni M. Djurhuus, sum eigur og rekur P/F Wenzel