WestClear hevur eisini nethandil

- Vit fáa nú ein nýggjan veitara í USA, sum eitt nú hevur heimskendar mikrofipur klútar, og sum eisini umboðar onnur kend merki av útvaldum vørum, sum fyritøkan sjálv brúkar.

 

Hjá teimum, sum hava áhuga fyri bilum, er WestClear í Vestmanna ein spennandi og forvitnislig fyritøka. Eigarar eru feðgarnir, Remi og Tóri Thorleifsson. Tænastan hjá teimum vendir sær ikki bara til eldri bilar við skøvum og ljótum lakki, men eisini til nýggjar bilar, tí tað eru eisini nógvir nýggir bilar, sum kunnu hava smáar skøvir.

Virksemið hjá WestClear heldur til á adressuni, Hornavegur 22 í Vestmanna.

Tað, sum feðgarnir arbeiða við, tá bilurin verður viðgjørdur, er ein fantastiska góð og sterk keramisk lakkverja, ið hevur fleiri ára livitíð.

- Við røttu undanviðgerðini við vasking og polering fáa viðskiftafólk ein bil heim aftur, sum eftir mínum tykki er bæði vakrari og blankari enn, tá hann var nýggjur. Við viðgerðini verður bilurin eisini væl vardur móti vindi og veðri og verður sera lættur at vaska tey næstu árini, sigur Tóri Thorleifsson.

Hann vísir á, at lakkverjan, sum teir arbeiða við og selja, bindur seg til lakkið á bilinum á ein heilt øðrvísi og betri hátt enn tað, vit vanliga kenna.

- Tað eru bitlarnir í hesi lakkverju, sum eru so evarska smáir, og undir viðgerðini detta teir eisini niður í mikroskopisku skøvirnar og binda seg soleiðis á ein heilt annan hátt til billakkið, sigur hann.

Ein annar og týðandi partur av virkseminum hjá WestClear, er nethandil – www.westclear.dk – har serstaka lakkverjan og aðrar góðar vørur til eitt nú bilvask verða seldar.

Tóri Thorleifsson sigur, at nethandilin verður dagførdur og bygdur út, og hann vil mæla verandi og nýggjum viðskiftafólki til javnan at hyggja inn á teirra heimasíðu, har eisini ein nýggjur veitari úr USA nú verður við.

- Veitarin hevur eitt nú heimskendar mikrofipur klútar, og umboðar eisini onnur kend merki av útvaldum vørum, sum fyritøkan sjálv brúkar.

Um heimasíðuna selur WestClear mest til privatfólk, men eisini til vinnukundar. - Øll kunnu keypa um okkara heimasíðu, sigur Tóri Thorleifsson.

Tey, sum annars vilja vita meira um virksemið hjá feðgunum í Vestmanna, kunnu ringja á tlf. 260020.