WeTravel upplýsti villleiðandi prís í lýsing

Tað sá út sum, at ein ferð til Róm kostaði 1.800 krónur, tá hon í veruleikanum kostaði 6.900 krónur

Tann nú niðurlagda ferðaskrivstovan WeTravel hevur verið fyri nógvum atfinningum frá kundum, síðan eigararnir fyrst í hesum mánaðinum boðaðu frá, at WeTravel er farið á húsagang.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at WeTravel er fyri atfinningum. Brúkaraumboðið, sum hevur eftirlit við marknaðarføring hjá fyritøkum, gav í 2017 WeTravel eina átalu fyri villeiðandi upplýsingar í einari lýsing. Tað kemur fram í ársfrágreðiningini hjá Brúkaraumboðnum.

WeTravel lýsti á Facebook við einari ferð til Róm, har upplýst var: ”bílegg í dag fyri einans 1.800 krónur”.

Brúkaraumboðið helt, at hetta kundi skiljast sum, at 1.800 krónur var kostnaðurin fyri alla ferðina. Men á heimasíðuni hjá ferðaskrivstovuni stóð, at kostnaðurin fyri ferðina var 6.900 krónur. 

Tað var frammanundangjaldið, ið var 1.800 krónur. Ferðaskrivstovan upplýsti, at møguleiki var at bíleggja fyri 1.800 krónur, og so fekk brúkarin eitt skrivligt tilboð við ávísum hotelli og samlaðum prísi.

Brúkaraumboðið segði í skrivi til WeTravel, at tá prísur verður upplýstur, er tað samlaði prísurin, ið skal upplýsast og talan tískil var um villleiðandi marknaðarføring um prísupplýsingar. Víst var til lógina um marknaðarføring, har tað millum annað stendur, at villleiðandi marknaðarføring ikki er loyvd, og at prísurin, ið skal upplýsast, tá vøra ella tænasta verður seld, altíð skal vera fullfíggjaður.

- Neyðugt skal ikki vera hjá brúkararum at gera útrokningar fyri at finna endaliga prísin, skrivar Brúkaraumboðið í ársfrágreiðing síni fyri 2017- og 18.

Ferðaskrivstovan tók eftir áheitan frá Brúkaraumboðnum lýsingina til Rom-ferðina aftur.