WHO: Korona farsóttin verður drúgv

Heimsheilsustovnurin mælir til áhaldandi stríð ímóti koronusmittuni – eisini hóast tað kostar arbeiðspláss

Korona farsóttin verður drúgv, og lond um allan heim mugu áhaldandi stríðast ímóti smittuni.

Tað sigur heimsheilsustovnurin WHO í einari fráboðan í dag.

– Vit vilja vísa á, at áhaldandi átøk ímóti koronusmittuni eru neyðug – eisini hóast átøkini hava hava búskaparligar fylgjur, eitt nú hægri arbeiðsloysi, við sær, sigur WHO.

Seinastu vikurnar er smittutalið vaksið í nógvum londum, eftir at myndugleikar hava linkað tiltøk, sum vóru sett í verk. Fleiri lond í Europa – eitt nú Frakland, Týskland, Spania og Ongland hava fingið munandi fleiri smittutilburðir seinastu vikurnar enn vikurnar frammanundan.

– Nógv lond, sum hildu, at tað ringasta var av, stríðast nú við nýggj útbrot, og summi lond, sum ikki vóru so hart rakt at byrja við, hava nú fingið økt smittutal, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari í WHO.