WHO: Tað verður verri og verri

Leiðarin í Heimsheilsustovninum WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, rópar korona-virusið fólkafíggindan nummar eitt, og hann ávarar ríkisleiðarar ímóti ikki at taka farsóttina í álvara.

 

 

 

- Um tað grundleggjandi ikki verður fylgt, er tað bara ein vegur við farsóttini: Hon verður verri, verri og verri, sigur leiðarin í Heimsheilsustovninum (WHO), Tedros Adhanom Ghebreyesus.

Hann fýltist í dag harðliga á politiskar ríkisleiðarar, sum senda út ógreið boð um álvarsemi í støðuni, men kortini nevndi hann ongar leiðarar við navni.

Tedros Adhanom Ghebreyesus segði, at ógreið boð frá leiðarum um korona-farsóttina undirgrava álitið, sum fólkið skal hava á sínum leiðarum.

Hetta sigur WHO-leiðarin dagin eftir, at Heimsheilsustovnurin júst hevur skrásett størstu økingina í talinum av covid-19 smittaðum í eitt samdøgur yvirhøvur.