Video: Dómarin úr Andorra fingið bann nakrar dystir

(Video) Ognjen Valjic, sum dømdi Andorra-Føroyar 0-0 hevur fingið bann nakrar dystir fyri høpisleysa døming

 

 

Vit føroysku áskoðarar, sum vóru til HM-undankappingardystin niðri í Andorra millum Andorra og Føroyar, sum endaði 0-0 høvdu sjálvandi føroysku brillurnar uppiá, tá vit sóu dystin leygardagin 25. mars.

 

Yvirhøvur var semja millum føroysku áskoðararnar, at bosniski dómarin, Ognjen Valjic dømdi stak illa. Ikki minst í støðuni, har Jóan Símun Edmundsson í fyrra hálvleiki fekk albogan frá einum andorianskum verjuspælara í brotsteiginum. 

 

Jóan Símun bløddi so illa, at sjálvt ein hálvblindur maður kundi síggja tað. Kortini valdi Ognjen Valjic at geva Joan Símun gula kortið fyri "film". Seinni gjørdi Jóan Símun tíverri veruligan film, og fekk eitt uppiborið gult kort, men tað fyrra gula kortið, sum Ognjen Valjic gav Jóan Símuni var burtur úr vóni og viti.

 

Nú hava fótbóltsmyndugleikarnir í Bosnia so innsæð, at Ognjen Valjic veruliga kann døma nakrar ræðuliga vánaligar dystir, og hann sleppur eisini at svíða fyri vánaligu dømingina. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hvussu Ognjen Valjic yvirsær, og noktar at døma eitt upplagt brotsspark í dystinum millum HŠK Zrinjski og FK Željezniča. Henda støðan er næstan líka langt úti, sum støðan í Andorra har Jóan Símun Edmundsson ikki fekk brotsspark, aftaná at hava fingið ein fúlan alboga, og bløða næsablóð. Hevði Ognjen Valjic um ikki annað dømt beinleiðis fríspark við brotsteigarmarkið, men nei, sum við Jóan Símuni í Andorra heldur hann, at álopsspælarin "skapar" seg og "filmar". 

 

Fyri hesa vánaligu dømingina hevur Ognjen Valjic fingið bann at døma nøkur umfør í bestu bosnisku fótbóltsdeildini, so tað eru ikki bara føroyingar, sum halda, at Ognjen Valjic eigur at betra seg munandi.