Eldri í Føroyum fáa ongi rættindi

Nú eldraøkið verður lagt undir kommunurnar, fáa tey eldru ikki rætt til at seta nøkur sum helst krøv til røkt ella stuðul

Eldri, sum hava tørv á at sleppa á røktarheim, skulu hava lógartryggjaðan rætt til plás, áðrenn ein ávís tíð er farin.


Tað er kravið frá Landsfelag Pensjónistanna, nú eldraøkið verður lagt undir kommunurnar.

 

Í sambandi við at eldraøkið skal leggjast undr kommunurnar, skal ein eldralóg gerast og andsfelagið hjá pensjónistunum sigur, at tað er ógvuliga avgerðandi, at sjálvsavgerðarrætturin og tørvurin hjá teimum eldru verður grundarlagið undir lógini.

 

- Almannamálaráðið eigur at gera eina kanning, har tey eldru verða spurd hvar og hvussu tey vilja búgva á ellisárum, heldur pensjónistafelagið.

 

Felagið heldur, at tað er neyðugt við eini slíkari kanning, so at eldrapolitikkurin á bústaðarøkinum kann byggja á ynskini hjá teimum eldru

 

Eftir tí, sum nú liggur í kortunum, tekur ætlaða eldralógin ikki atlit at sjálvsavgerðarrættinum og tørvinum hjá teimum eldru, sigur Landsfelagið hjá pensjónistunum.

 

- Einki verður onki sagt um, at veik eldri, sum hava tørv á hjálp og stuðli í gerandisdegnum, skulu hava rætt til reingerð.

 

- Tað verður heldur einki sagt um, at eldri, sum hava tørv á at sleppa á røktarheim, skulu hava lógartryggjaðan rætt til slíkt pláss innan eina ávísa freist.

 

Landsfelagið hjá pensjónistunum vísir á, at í Danmark er staðfest við lóg, at eldri, sum hava tørv á at sleppa á røktarheim, skulu hava pláss, áðrenn tveir mánaðir eru farnir.

 

Men her heima er ikki ætlanin, at seta nøkur minstukrøv til, hvørji rættindi, eldri skulu hava, sigur landsfelagið hjá pensjónistunum.

 

- Høvuðsendamálið  tykist at vera, at landið ikki longur skal hava ábyrgd fyri teimum eldru ella eldraøkinum og at tann tunga, fíggjarliga ábyrgdin fyri eldraøkinum skal flytast yvir á kommunurnar, leggur felagið afturat.