Ynskir samskipara at hjálpa harðskapsraktum kvinnum at fóta sær

– Eg vóni, at vit kunnu fáa meiri samstarv við Almannaverkið, kommunur og onnur, og at vit fáa samskipara í starv, sum kann hjálpa kvinnum, tá ið tær fara út frá okkum, at fóta sær í samfelagnum, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen, nýggi leiðarin í Kvinnuhúsinum

Ann-Britt Fríðheim Mortensen hevur fleiri visjónir, nú hon byrjar í starvinum 1. desember. Men hon ásannar eisini, at arbeiðsorkan er avmarkað.

– Umframt tær 35 sjálvbodnu, eru vit bara tvey fólk í løntum starvi, og tí er avmarkað, hvat vit megna, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen.

Ljós á ambulanta arbeið

Nýggi leiðarin tekur yvir eftir Elin Reinert Planck, ið hevur verið 25 ár í starvi sum leiðari í Kvinnuhúsinum, og sum hevur verið myndin av Kvinnuhúsinum. Ann-Britt Fríðheim Mortensen er tó ikki ókend við arbeiðið, nú hon skal myndað staðið hjá kvinnum, ið líða av harðskapi, tí síðstu fimm árini hevur hon verið eitt av løntu starvsfólkunum í Kvinnuhúsinum.

Á Kreppumiðstøðini, sum er staðið, har kvinnurnar búgva, eru pláss til fýra kvinnur og nøkur børn, men arbeiðið í Kvinnuhúsinum røkkur tó víðari enn bara at hava høli og umsorgan fyri kvinnum, ið kenna seg noyddar at rýma heimanífrá vegna harðskap.

– Eg ynski at varpa meira ljós á tað ambulanta arbeiðið, vit bjóða. At tað er møguleiki at koma inn og fáa ráð og vegleiðing, so at vit eisini fyribyrgja harðskapi og seta inn so tíðliga sum møguligt, sigur nýggi leiðarin.


Ynskja at fáa samskipara

Nýggi leiðarin hevur ynski um at fáa meiri samstarv við onnur, ið eisini arbeiða innan sama øki á ein ella annan hátt.

– Vit hava í dag samstarv við millum onnur Almannaverkið, Kvinnufelagið, og verkætlanina ”Harðskapur í parløgum”, men eg vóni, at vit fáa samskipað samstarvið enn meira, so vit millum annað kunnu vísa á, hvat vit kunnu bjóða, og hvat kvinnurnar, ið vit hava her, hava tørv á, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen.

Lesið alla samrøðuna við Ann-Britt Fríðheim Mortensen í vikuskiftissosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.