Hesi seinastu fimm árini hevur Musikkskúlin tilsamans verið noyddur at spara 200 næmingar burtur.
Tað sigur Martin Mouritsen, Musikkskúlaleiðari.
Hann sigur at hesi seinastu árini hevur játtanin til Musikkskúlan staðið í stað.
Men samstundis eru útreiðslurnar hækkaðar – eisini í sambandi við, at statvsaldurin hjá lærarunum hækkar.
Tilsamans hava vit verið noydd at spara ein lærara burtur um árið og sostatt eru vit í dag fimm lærarar og 200 næmingar færri á Musikkskúlanum, enn vit vóru fyri fimm árum síðani, sigur Martin Mouritsen.
Harafturat er skrivstovufólkið spart burtur, so nú er leiðarin einsamallur í umsitingini.
Næsta ár ætlar samgongan at hækka játtanina 180.000 krónur, upp í 11,867 milliónir.
- Verður tað samtykt, sleppa vit í hvussu so er undan at skerja virksemi enn meiri næsta ár, sigur Martin Mouritsen.
Tilsamans eru einir 1800 næmingar, sum ganga í Musikkskúlanum at læra seg at spæla eitt ljóðføri og verða so kórini tikin við, eru næmingarnir fleiri, kanska 2000.
Musikkskúlaleiðarin sigur, at tilsamans standa eini 700 næmingar á bíðilista til Musikkskúlan, og her talan um næmingar, sum sum kundu byrja tann dag í morgin, um so skuldi verið.