Ynskja sær nýtt asfaltverk á Sundi

Fyribils niðurstøðan hjá Landsverki er, at verandi asfaltverk á Sundi ikki letur uppaftur, tí tað er í so ringum standi. Verkið í Hundsarabotni er eisini gamalt. Ístaðin fyri hesi bæði gomlu verkini ynskir Landsverk at fáa eitt nýtt asfaltverk á Sundi

23. august hendi eitt arbeiðsóhapp á asfaltsverkinum á Sundi, og Arbeiðs- og brunaeftirlitið stongdi verkið.

Verkið varð stongt, meðan málið varð kannað.

– Vit harmast um, at arbeiðsóhappið hendi. Maðurin, sum fekk skaða, hevur tað tíbetur gott, og hann er sjúkrameldaður restina av hesum mánaðinum, sigur Heðin Poulsen, leiðari á Framleiðsludeildini hjá Landsverki.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið kravdi millum annað, at tað skuldi fyriliggja ein fullfíggjað støðulýsing av verkinum, áðrenn tað letur upp aftur. Og tað er henda støðulýsingin, ið ger, at verandi asfaltverk fyribils ikki letur upp aftur.

– At gera eina fullfíggjaða støðulýsing krevur so nógva tíð og orku, at okkara fyribils niðurstøða er, at verkið ikki letur upp aftur, sigur Heðin Poulsen.

Hann vísir á, at verkið er gamalt og í so ringum standi, at tað loysir seg ikki at gera nakað við tað.

– Tá ið Landsverk keypti Asfaltverkið á Sundi var tað ikki vegna verkið sjálvt, men heldur vegna staðsetingina. Verkið í Hundsarabotni er eisini gamalt og hevur tænt fyri seg. Tað kostar eisini nógv hjá okkum at flyta grót úr Suðuroy niðan í Hundsarbotn. Vit hava tørv á einum nýggjum verki, og á Sundi er ein munandi betri staðseting enn Hundsarbotnur – og eisini munandi bíligari í rakstri. Nú skulu vit sannføra politikararnar um, at hetta er rætta loysnin, sigur Heðin Poulsen.

Hann vísir á, at hetta er ein avbjóðing, tí at Framleiðsludeildin hjá Landsverki er inntøkufíggjað og sæst tí ikki aftur í játtanin.

– Vit hava ikki prátað við nýggja landsstýrismannin, Jørgen Niclasen um støðuna, men tað verður eitt tað næsta, vit mugu gera, sigur Heðin Poulsen.