Yvir 18.000 fólk fingu pengar aftur

– Men gott og væl 1.500 fólk fáa eina eykarokning

Í hesum døgum hava 18.248 fólk kring landið fingið boð frá Taks um at tey fáa pengar aftur. Hetta eru fólk, sum hava goldið ov nógv í skatti í fjør.

Tað er úrslitið, nú Taks hevur gjørt árið í fjør, upp og úrslitið er, at teir 18.248 fólkini, sum fáa pengar aftur, fáa tilsamans góðar 56,7 milliónir aftur, so summi hava fingið eina fitta upphædd.

Hinvegin eru tað 1.521 fólk, sum hava goldið ov lítið í skatti í fjør og tilsamans hava tey goldið slakar 4,3 milliónir ov lítið í skatti.

Men so eru tað eisini 22.205 fólk, sum hava goldið akkurát tað, tey skulu rinda.

Tey, sum rinda B-skatt, eru 5.663 fólk í tali, men tey hava ikki latið skattapappírini inn enn, so har er støðan ikki gjørd upp.