Yvir 400 fleiri fólk higartil í ár

Fólkatalið í Føroyum heldur fram við at vaksa. Og um vøksturin heldur fram við somu ferð er ikki leingi áðrenn fólkatalið fer upp um 52.000. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni.

- 51.783 fólk vóru skrásett at búgva í Føroyum tann 1. juni. Tað eru 864 fleiri enn 1. juni í fjør. Trendurin vísir, at fólkatalið hevur verið støðugt vaksandi síðan á vári 2014, skrivar Hagstovan.

Við ársbyrjan vóru 51.332 íbúgvar og er sostatt talan um ein vøkstur á 451 fólk.