Yvirgangsatsóknir kunnu raka Føroyar

"Dette kan være udløst af politiske enkeltsager som f.eks. dyrevelfærd..." sigur Center for Terroranalyse í Danmark.

CTA arbeiðir við at greina vandan fyri atsóknum í Danmark, og har Danmark hevur síni áhugamál.

CTA arbeiðir við at greina vandan fyri atsóknum í Danmark, og har Danmark hevur síni áhugamál.

 

Center for Terroranalyse (CTA) metir, at vandin fyri yvirgangsatsóknum móti Grønlandi er avmarkaður, tí stríðshugað islamisma er lítil í landinum. Tó verður ávarað ímóti vandanum fyri, at atgongdin til vápn og spreingievni í Grønlandi er lutfalsliga løtt.

Tað skrivar Sermitsiaq í dag.

Í greinini verður víst á, at Center for Terroranalyse (CTA) í sínari seinastu greining av vandanum fyri yvirgangsatsóknum kortini minnir Grønland - og fyri sítt vítt eisini Føroyar - á nøkur viðurskifti, sum havast skulu í huga.

Sambært greiningini er vandin fyri yvirgangsatsóknum lítil, bæði í Grønlandi og Føroyum, men kortini sigur CTA soleiðis um vandan í Grønlandi:

- Stríðshugað islamisma ella politisk víðgongd propaganda kunnu ávirka persónar í Grønlandi at fremja valdsgerðir. Viðkvom ung kunnu gerast radikaliseraði, sum tað stendur í frágreiðingini hjá Center for Terroranalyse.

Um møguleikan fyri yvirgangsatsóknum í Føroyum heldur Center for Terroranalyse, at støðan í Føroyum ikki er ólík støðuni hjá Grønlandi. Tey meta tískil, at vandin í Føroyum eisini er avmarkaður. 

Tó sigur Center for Terroranalyse soleiðis um vandan í Føroyum:

- Stríðshugað islamisma ella víðgongd propaganda kann ávirka persónar í Føroyum ella fólk, sum koma til Føroya, at fremja valdsgerðir, ið kunnu bólkast sum yvirgangur. 

Og so leggur Center for Terroranalyse sambært Sermitsiaq aftrat, tá talan er um vandan fyri yvirgangi í Føroyum:

"Dette kan også være udløst af politiske enkeltsager som f.eks. dyrevelfærd...", og spurningurin er so, um Center for Terroranalyse her hugsar um grindadráp, sum so nógv stríð hevur verið um.

Tað er, sum áður nevnt, grønlendska blaðið - Sermitsiaq - sum endurgevur úr frágreiðingini hjá Center for Terroranalyse í Danmark.

##med2##

 

 

 

CTA arbeiðir við at greina vandan fyri atsóknum í Danmark, og har Danmark hevur síni áhugamál.

Sambært CTA er ikki óvist, at grindadráp kann gera Føroyar til mál fyri yvirgangsatsóknum.