Yvirhálaði politibil – ólógliga

– Og í Tinganesi varð boðað frá eldir í gjár

Á Kaldbaksvegnum eru skákteigar á høvuðsvegnum báðum megin frákoyringina til Kaldbaks, og tað er ikki loyvt at koyra á teimum, heldur ikki undir eini yvirháling. ©Umhvørvisstovan: kort.foroyakort.fo

Á Kaldbaksvegnum eru skákteigar á høvuðsvegnum báðum megin frákoyringina til Kaldbaks, og tað er ikki loyvt at koyra á teimum, heldur ikki undir eini yvirháling. ©Umhvørvisstovan: kort.foroyakort.fo

Seint í gjárkvøldið fekk ein bilførari bót, og klipp í koyrikortið fyri eina ólógliga yvirháling. Tað var í Kaldbaksbotni, at hann yvirhálaði ein bil, men undir yvirhálingini koyrdi hann yvir skákteigarnar á vegnum, har tað ikki er loyvt at koyra.

Men tíverri fyri hann, var tað ein sivilur politibilur, sum hann yvirhálaði, so hann varð tikin á búri. Løgreglan sigur, at hetta kostar honum eina bót og eitt klipp í koyrikortið.

Annars varð ringt til løgregluna í gjár, at boða frá, at tey hildu, at eldur var í á Tinganesi. Tey høvdu sæð opnan eld við tað ytsta húsið á Tinganesi. Tá ið løgreglan kom á staðið, var eingin eldur, men tey funnu leivdirnar av brendum pappi, og proppin av einum sprittdunki. Men tað lá ein steinur á pappinum, so helst hava tey, sum settu eld á tað av onkrari orsøk, hugsað um, at tað skuldi ikki fúka nakran veg.

Ein annar bilførari fekk eisini bót, og klipp í koyrikortið, tí hann rendi upp í reyvina á bilinum, sum koyrdi frammanfyri. Hann ansaði nevniliga ikki eftir, at bilurin framman fyri, hevði sett ferðina niður tí hann skuldi snara inn á eitt parkeringsplass. Báðir bilarnir fingu nakað av skaða og bilførarin á aftara bilinum fær bót, og klipp í koyrikorti fyri óansni.

Ein bilførari varð eisini tikin í Kollafarðartunlinum fyri at koyra við kenning, og í Ørðavík fór ein bilur út av. Førarin, sum var rættiliga óroyndur, var komin nakað langt út í høgru síðu og fyri ikki at fara út av, snaraði hann róðrið hart til vinstru við teirri avleiðing, at bilurin fór tvørtur um vegin og brast í ein lyktapela og koppaði á liðina, men bilførarin slapp snikkaleysur.

Á Kaldbaksvegnum eru skákteigar á høvuðsvegnum báðum megin frákoyringina til Kaldbaks, og tað er ikki loyvt at koyra á teimum, heldur ikki undir eini yvirháling. ©Umhvørvisstovan: kort.foroyakort.fo