Yvirlivdi: - Eg hoyrdi skríggj allastaðni

- Eg loysti trygdarbeltið og sá eitt ljós, sum eg gekk ímóti. Eg noyddist at leypa tríggjar metrar niður fyri at koma í tryggleika, sigur Mohammad Zubair.

- Eg sá bara royk og eld. Eg sá eingi fólk, men hoyrdi bara teirra skríggj, sigur Mohammad Zubair.

- Eg sá bara royk og eld. Eg sá eingi fólk, men hoyrdi bara teirra skríggj, sigur Mohammad Zubair.

 

Sambært pakistanskum myndugleikum yvirlivdu tvey av 98 fólkum vanlukkuna, tá eitt flogfar í dag datt niður í Karachi í Pakistan. Myndin oman fyri er av øðrum teirra, Mohammad Zubair, sum nú liggur á sjúkrahúsi í Karachi.

Pakistansku loftferðslumyndugleikarnir siga, at tað var eitt ferðafólkaflogfar hjá Pakistan International Airlines (PIA), sum datt niður, tá tað var á veg úr býnum Lahore til Karachi í Pakistan. Sambært ferðafólkalistanum vóru 98 ferðafólk og manning í flogfarinum.

Tíðindastovur í Pakistan hava víst sjónbandaupptøkur úr økinum, har tjúkkur svartur roykur stendur upp úr einum íbúðarøki, sum flogfarið rakti. Upptøkurnar vísa brennandi og oyðiløgd hús og bilar, og her síggjast eisini bjargingarfólk, sum royna at sløkkja eld.

Pakistanski forsætisráðharrin, Imran Khan, hevur sent samkenslubønir til familjur og avvarðandi, sum hava mist í flogvanlukkuni, og miðlar hava í dag eisini skrivað, at heilar familjur hava latið lív.

Í løtuni er staðfest, at í minsta lagi tvey ferðafólk eru komin við lívinum burtur úr flogvanlukkuni. Tað eina ferðafólkið er bankastjóri í Bank of Punjab, Zafar Masud. Ein talsmaður fyri landspartastjórnina sigur, at maðurin hevur nøkur brot, men at hann annars er við vit og hevur tað eftir umstøðunum gott.

Ein annar, sum eisini er komin frá flogvanlukkuni við lívinum, er verkfrøðingurin, Mohammad Zubair. Hann sigur við Geo News, at flogskiparin skuldi lenda, men kom at bera við bakkan. Eftir tíggju minuttir segði flogskiparin, at hann aftur vildi royna at lenda, men tá datt flogfarið niður, áðrenn tað náddi lendingarbreytini.

- Eg sá bara royk og eld, og eg hoyrdi skríggj allastaðni. Børn og vaksin. Eg sá eingi fólk, men hoyrdi bara teirra skríggj. Eg loysti trygdarbeltið og sá eitt ljós, sum eg gekk ímóti. Eg noyddist at leypa tríggjar metrar niður fyri at koma í tryggleika, sigur Mohammad Zubair.

Sambært sjónvarpsrásini Geo News vórðu eini 15–20 fólk bjargaði út úr oyðiløgdu húsunum í økinum, harav átta fólk vórðu send á sjúkrahús. Sagt verður, at bjargingarfólk høvdu trupult við at koma fram til vanlukkustaðið gjøgnum trongu gøturnar og stóru rúgvuna av fólki.

Sambært samrøðum millum flogskiparan og tornið á flogvøllinum hevur flogskiparin sagt, at trupulleikar vóru við flogfarinum, tí flogfarið misti megina. Á flogvøllinum gjørdu tey báðar breytirnar klárar til lending, men tíverri náddi flogskiparin ikki so langt, áðrenn flogfarið datt niður.

- Eg sá bara royk og eld. Eg sá eingi fólk, men hoyrdi bara teirra skríggj, sigur Mohammad Zubair.