Zacharias Hammer er ein av teimum, sum fær almenna starvsløn. Hann fekk starvsløn í tríggjar mánaðir fyri heimildarfilm.
Seinastu tíðina hevur hann arbeitt við einari stórari filmsverkætlan um føroysku trolarasøguna.
– Hetta er ein stór verkætlan, sum eg ætlaði at skuldi fáa premieru við einum biograf-filmi í einar tveir tímar í november í ár. Ein forfilmur verður nú á Torradøgunum í Klaksvík, og tá verða 25 minuttir vístir, sigur Zacharias Hammer.
Zacharias Hammer er nú 68 ára gamal og er farin frá sum lærari.
– Nú verður tað bara at gera filmar og sjónvarpssendingar, sigur hann.
Árni Gregernsen fekk sær eitt prát við Zacharias Hammer í tíðindunum á FM1 fyrradagin, og til ber at hoyra samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.