Zacharias Hammer til minnis

Nú tú ert farin, góði Zacharias, vil eg so gjarna skriva um teg og um árini, vit gjørdu Barnaløtuna í KVF saman. Tað var so praktfult at arbeiða saman við tær. Altíð fyrikomandi, blíður og eitt ótroyttiligt arbeiðsgrev.

Ofta var sjeymílaferðin í gongd, tí sendingin skuldi verða kvøldið eftir. Tú vart sterkur sum ein oksi, eg var meira sum eitt heimalamb, og onkutíð mátti eg siga:

”Bíða góði, eg má líka lada upp við einum drekkamunni og sandwich.”

Eg kendi tína arbeiðsrútmu og lærdi skjótt at taka mat við, um eg ikki skuldi koksa.

“Ja - endiliga góða! Fá tær endiliga”, segði tú við einum smíli.

Vit høvdu tað ofta stuttligt sum makkarapar, góði. Tað eru so nógvar anekdotur, eg kundi skrivað um. Ein er tann dagin, tú ringdi og bað meg gera Barnaløtuna saman við tær úti í Fugloy.

“Í Fugloy??! Hoyrdi eg rætt?”

Tú hoyrdi á mær, at har ruggaði ikki rætt. So forkláraði eg tær, at eg so absolutt ikki fór í nakran bát við vilja. Tú mundi skrædnað.

“Jamen, tað er bert ein stuttur túrur við Másanum. Tað klárar tú fínt, ha?”

“Eg? Við Másanum?! Nei, góði, eg fái næstan sjóverk, bara eg lukti olju á kajuni. Másan kanst tú gloyma alt um. Um eg skal við, so mást tú velja eina aðra oyggj. Eina sum koyrandi er til.”

Nei, Fugloy mátti tað vera. So segði eg tær, at eg tíverri ikki kundi koma við. Knappliga sigur tú:

”Tyrlan! Hvussu við henni?”

“Jaaa, tað er nakað annað. So komi eg.”

Og so bleiv. Takkað veri tær fekk eg enntá upplivað transit í Svínoy. Ein oljutunna skuldi í land har. Tú flenti so hjartaliga, tá tú kom at taka ímóti mær í Fugloy, og eg fortaldi tær, at nú føli eg meg næstan sum ein globetrottara. Vit fingu eina praktfulla tíð úti í Fugloy. Men nú er láturin saman við tær tagnaður, góði. Tárini renna nú, eg biði tær farvæl, góði trúfasti vinur mín. Takk fyri alt, tú gav mær. Takk fyri stóru gávuna, tú gavst Føroyum.

Trygga ferð upp til skínandi stjørnurnar, góði kerasti Zacharias. Harrin varðveiti teg hjá sær.

Friður veri um títt minni.