Zacharias Heinesen í Salt

Sunnudagin 27. september er fernisering í SALT, tá listaframsýning við Zacharias Heinesen letur upp.

Lív & Tróndur spæla til ferniseringina.

Zacharias Heinesen (f. 1936) er millum fremstu listafólk í Føroyum.

Árini 1959 – 1963 gekk hann á danska kgl. Listaakdeminum.
Hann er limur av listabólkinum ”Den Nordiske udstilling”.

Zacharias Heinesen arbeiðir í kjalarvørrinum á stóru føroysku siðvenjuni fyri landslagslist. Hann hevur sítt egna listaliga eyðkenni, har motivini verða loyst upp, og dýpið og ljósið ella litir trýna fram á einfaldan og dragandi hátt.