Svartkjaftagjaldið ásetast

Meirlutin í vinnunevndini mælir frá at leggja avgjald á svartkjaft

Tað er greið ósemja millum andstøðuna og samgonguna í vinnunevndini um avgjald skal leggjast á svartkjaftin.

Landsstýrið hevur skotið upp, at fyri hvørt kilo av svartkjafti skulu 20 oyru gjaldast í landskassan.

Vinnunevndin hevur skrivað álit í málinum og málið kemur  til viðgerðar mánadagin.

Meirlutin í vinnunevndini - sum er minnilutin í tinginum - mælir frá at taka undir við uppskotinum  hjá landsstýrinum og grundgevir við, at svartkjafturin er ein bíligur fiskur, har avgjaldið fer at vera eini 25 prosent av samalaða virðinum.

Minnilutin í vinnunevndini mælir hinvegin til at samtykkja uppskotið, tí tað fer at eggja tila t fáa meira burturúr fiskinum.