Harold Pinter: At leita eftir sannleikanum

Enski sjónleikahøvundurin Harold Pinter fekk herfyri Nobel virðislønina í bókmentum. Hetta er røða hansara, ið varð borin fram á hátíðarhaldinum í Stokkhólmi í desember 2005.

Í 1958 skrivaði eg soleiðis: Eingi greið mørk eru millum tað veruliga og tað óveruliga, eiheldur millum tað sanna og tað ósanna. Eitt mál er ikki altíð annaðhvørt satt ella ósatt; tað kann vera bæði satt og ósatt.
Eg haldi, at hetta sjónarmiðið framvegis er skilagott og sigur nakað um veruleikan, sum hann...