Errin av at hava Roxette

Fyriskipararnir av Summar Festivalinum siga seg vera errin og eyðmjúk um, at tað hevur eydnast at fáa svenska superbólkin til Føroya

 

 

Avgjørda høvuðsnavnið á Summar Festivalinum í ár er svenski poppbólkurin Roxette. 

Bólkurin, sum seint í 1980’unum og í 1990’unum hittaði ferð eftir ferð um allan heimin við sangum sum The Look, It Must Have Been Love, Listen To Your Heart, Sleeping In My Car, Dangerous og fleiri, spælir fríggjakvøldið á Vágsbøi.

- Vit hava havt samband við Roxette í fleiri ár, og nú eydnaðist tað at fáa tey til Føroya at spæla. Roxette hevur seinasta árið verið á konsertferð um allan heimin, og tá tey vistu av, at tey vóru vælkomin í Føroyum, ynsktu tey at sleppa at spæla á Summar Festivalinum, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.

Onkrir miðlar hava viðmerkt, at annar sangarin í bólkinum, Marie Frederiksen, situr undir konsertunum, tí hon er ikki so væl fyri at standa. Marie var sjúk av krabbameini fyri nøkrum árum síðani, men kom væl fyri seg aftur, hóast sjúkan var lívshóttandi eitt skifti.

- Marie er ein kempari. Hon hevur valt at halda fram við konsertunum, hóast kundi verið heima, og so var einki Roxette. Hon er ein fyrimynd fyri mong, tí hon stríðist fyri tí, sum henni dámar so væl. Hon ynskir veruliga at syngja og framføra fyri fólki og gera tey glað, og tí taka vit væl ímóti henni her í Føroyum, sigur Erik Biskopstø.

Marie Frederiksen hevur framvegis ein týðandi leiklut í framførslunum hjá Roxette. Hon og lívligi medsangarin Per Gessle geva saman við væl spælandi bólkinum kvøld eftir kvøld áhoyrarunum stórfingnar konsertir.

- Vit eru errin av og eyðmjúk um, at vit kunnu bjóða føroyingum Roxette. Hetta verður ein heilt serstak konsert og ein av størstu løtunum í søguni hjá Summar Festivalinum, sigur Erik Biskopstø.
Roxette fer á pallin á Summar Festivalinum fríggjakvøldið kl. 22.00, og roknað verður við, at talan verður um størstu konsertina, sum hevur verið á Summar Festivalinum.