Símun Absalonsen
?????????????????
Í kirkjugarðinum Westminster Abbey í London liggja nøkur av mætastu stórmennum Bretlands jarðað. Ímillum hesi eru eisini gitnu vísindamenninir Isaac Newton og Charles Darwin. Stutt er ímillum gravleiðini, ið goyma jørðisku leivdirnar av báðum mætu vísindamonnunum. Men tvær øldir skilja eisini teir báðar og øldirnar báðar umboða ymisk tíðarrák. Newton verður av mongum umrøddur sum størsti vísindamaður, ið livað hevur, og menningarástøðið hjá Darwin gjørdist uppruni til størstu filosofisku kollveltingina fyri mannaættina.
Báðir vóur empirikarar, tvs. teir eygleiddu, máldu og hugsaðu, og royndu hvør í sínum lagi at koma til skilagóðar niðurstøður. Men filosofiskt útgangsstøði ávirkar eisini náttúruvísindina, og her høvdu Newton og Darwin ymiskar uppfatanir. Newton formuleraði sum tann fyrsti tyngdilógina og avleiðingarnar av hesi lóg uppliva øll menniskju dagliga. Men Newton var sannførdur um, at nattúrulógir ikki vóru sjálvskaptar - tær vóru úrslit av einum almátti, sum lá uttanfyri tað, ið menniskjað empiriskt kundi máta. Newton var sann-førdur um at hesin máttur var kristindómsins Jahve.
Darwin livdi 200 ár seinni. Hann las gudfrøði í 3 ár, men metti hesa tíð sum burturspilta. Hann hevði ovurhonds stóran áhuga í lívfrøði, og bleiv faðir at menningarlæruni. Filosofiskt og átrúnaðarliga livdi hann á markinum ímillum ateismu og agnostisismu. Seinastu árini av lívi sínum kom hann ikki nógv í samband við almenningin. Tey, ið stóðu honum nær søgdu, at síðstu tíð hansara sveiggjaði filosofiska pendulið hjá Darwin longur burtur frá ateismu og móti agnostisismu. Summi vilja vera við, at tað tað fór heilt yvir í teismu (gudstrúgv).
Bæði Newton og Darwin vóru vísindamenn í orðsins sonnu merking, men tá nútíðin metir um filosofiska útgangsstøði hjá hesum monnum, er hon yvirberandi við teismuni (gudstrúnni) hjá Newton. -Hann var barn av síni tíð (myrku miðøld), verður sagt.
Miðøldin og upplýsingartíðin
Í seinmiðøldini var vísindin framvegis ikki loyst úr sínum metafysiska "hafti", og gudstrúgv var ein mentunararvur, ið ikki var so lættur at koma av við. Øðrvísi var við Darwin, hann var barn av "upplýsingar-tíðini og rationalismuni". Við filosoffum sum t.d. Voltaire o.fl. hevði mannaættin umsíðir sæð "ljósið" frá ateismuni. Einasti vegur til kunnskap var tað, sum menniskjað kundi hugsað seg fram til innanfyri karmarnar av tí materialistiska alheiminum. Orka, tilfar, rúmd og tíð var tað einasta, ið fanst. Tann metafysiski heimurin var ikki til. Sostatt kom filosofisk materialisma og naturalisma at stýra sinni og tankum. Darwinisma varð góðkend sum forkláring uppá uppruna og menning av lívi. Hetta var ikki tí at menningarlæran var so væl kjølfest í náttúruvísindini, men heldur tí, at innanfyri materialistiska vísind var einki alternativ, ið kundi greiða gátuna um upprunan til lívið.
Mótmælini móti darwinismuni komu eisini aloftast frá kreationismu (skapanartrúgv) og gudfrøði. Og darwinisman svaraði, at trúaruppfatanir liggja uttan fyri náttúruvísindaliga økið, og náttúruvísindin kann tí ikki fyrihalda seg til trúarsakir.
Vísindin arbeiðir víðari
Men vísindin stendur ongantíð still, hvørki á døgum Newtons, Darwins ella í okkara tíð. Seinastu 20-30 árini hevur menningarlæran fingið harða mótstøðu innan náttúruvísindaliga økið. Orsøkirnar eru helst mangar. Í Vesturheiminum er ein vaksandi áhugi fyri tí metafysiska. Filosofiska materalisman, ið hevur ligið sum ein verjugarður kring darwinismuna í meira enn 100 ár, er viknandi. Hartil kemur, at granskan innan biokemi, molekylerbiologi, designástøði og informatiónsvísind hevur ført til, at fleiri vísinda-menn eru falnir frá darwinistisku trúnni. Og meðan vísindaligu atfinningar móti menningarlæruni fyri 30 árum síðani vóru avmarkaðar í vavi, so fylla tær í dag so mikið nógv, at tað er nærum ógjørligt at útgreina hetta.
Men vælgrundaðar vísindaligar atfinningar móti darwinismu hava trupult við at fáa rúm innan skúlagátt, og tað er kanska eisini lætt skiljandi. Tað kundi tikið skorur undan menningarlæruni, um næmingurin fekk frælsi at hugsa. Flestu skúlalógirnar (eisini tann føroyska) prýða seg við krevjandi heitum andsfrælsi og tollyndi, men praktisera á hesum øki ortodoks fundamentalistiskt meiningsmonopol. Skúlin livir sostatt ikki upp til lóggávuna um andsfrælsi og darwinisma hevur sama status innan skúlagátt, sum islam hevur í ávísum totaliterum londum. Í lærubókinum skortar tað heldur ikki uppá lygnir og manipulatión. T.d. kann verða tikið til, at allir vísindamenn við virðing fyri sær sjálvum trúgva á menningarlæruna og at siga nei til menningarlæruna er at siga ja til religión.
Vísind og heimsáskoðan
Fyrst er at siga, at um fleirtalið trýr eium ástøði, so er tað ikki prógv fyri at teoriin er sonn. Í 1000 ár trúðu vísindin at jørðin var fløt, men tað broytti ikki jørðina. Í øðrum lagi skal sigast, at atfinningar móti menningarlæruni koma ikki bert frá menniskjum við átrúnaðarligari sannføring. Vísindamaðurin Francis Crick uppdagaði saman við James Watson DNA helixin í 1953. Hann fekk Nobel virðislønina í hesum sambandi. At genetisk "skriftmál" og informatión brádliga var komið undan kavi í livandi kyknum gjørdist ein forklár-ingstrupuleiki fyri darwinismuna. Crick segði, at hann trúði ikki at lívið var upprunnið av tilvild, men at hann metti at lívið var plantað á jørðini av einum vitandi mátti uttanífrá. Hetta var ikki ein religiøs meining men ein logisk staðfesting útfrá empiriskari granskan. Crick, sum andaðist fyrr í ár var nevniliga ikki religiøsur, men agnostikari.
Tá akademikarar í m.a. Føroyum føra fram, at allir sannir vísindamenn trúgva menningarlæruni, so siga teir samstundis, at hvørki Crick ella Einstein (báðir nobelvinnarar og listin er annars langur) vóru sannir vísindamenn. Hetta sigur meira um akademiskt hugmóð, enn um vísindaligu avrikini hjá Crick og Einstein.
Darwin og kommunistiski heimurin
Í Ruslandi hevur vísindalig atfinning móti menningarlæruni í dag atgongd til statsstuðlaðu lærdu háskúlarnar. Hetta má metast sum lagnunar speisemi. Í kommunistatíðini vórðu børn undirvíst í darwinismu samstundis sum tey lærdu at lesa. Hetta var ein liður í ateistiskari indoktrinering. Russiskur hugburð-ur til darwinismu í dag er tí kanska eitt aftursvar til totaliteru sovjettíðina. Stalin las teologi, men eftir at hava fingið bókina "The Origin of Species" eftir Darwin upp í hendurnar hálsaði hann um, og bleiv svorðin sosialdarwinist. Í ateismuni hevur lívið hvørki mál ella ætlan og náttúran er rein kynisma, har bert tað sterkasta yvirlivir. Hesin hugburður setti dagsskránna hjá stalinismuni. Á hesum politiska altari vórðu 60 mió. mannalív ofrað. Hitler og Mao vóru eisini hugtiknir av sosialdarwinismuni.
Ein kinesiskur biologur tók herfyri skemtiliga til: -Í Kina kunnu vit ikki finnast at stjórnini, men vit kunnu finnast at Darwin. Í USA kunnu tey saktans finnast at Bush, men ikki at Darwin.
Úr vísindaligu bókarúgvuni
Vísindaliga bókarúgvan, har menningarlæran fær kvalifiseraða vísindaliga mótstøðu er eftir hondini stór. Av hesum kunnu nevnast:
"Darwins black box" eftir Michael Behe
Høvundin er professari í biokemi. Dr. Behe sigur m.a. -Flestallar funktiónir í eittnú mannakroppinum eru so fjøltáttaðar og samansettar, at tað er helt ólogiskt og ógjørligt at ímynda sær, at hetta kann verða íkomið av tilvild og við smáum genetiskum broytingum. Nærum allar fysiskar funktiónir eru eyðkendar av, at verður ein ávísur lutur tikin burtur úr funktiónini, heldur funktiónin uppat at virka.
"Not by Chance" eftir Lee Spetner
Høvundin er professari í støddfrøði og alisfrøði. Seinastu 40 árini hevur hann nærum burturav granskað lívfrøði, serliga innan kyknulæru. Dr. Spetner sigur m.a. - Menningarlæran er fullkomiliga í stríð við nýmótans hagfrøði. Lívið er, smb. menningarlæruna, upprunnið av tilvild og menning (mutatiónir) eru íkomnar av tilvild. Frá lívfrøðini kenna vit møguleikarnar fyri mutatiónum (arvabroytingum) og kunnu vit tí kvantitativt arbeiða við hag-frøðisligum modellum, og niðurstøðan er, at menningarlæran er ein hypotesa, ið greitt eigur at vrakast.
Spetner leggur dent á , at hagfrøðin er 100% objektiv vísind. Smb. Spetner er darwinisma eitt úrslit av, at lívfrøðin hevur slept vísindini og bert arbeiðir í tí spekulativa.
"In the beginning was Information" eftir Werner Gitt
Høvundin er týskur professari í informatóns-vís-indi. Henda vísind er lutfalsliga nýggj. Gitt sigur m.a. -DNA er ein databasa, tvs. ein berari av informa-tión. Informatión er ikki eitt fysiskt fyribrigdi, men metafysiskt á sama hátt sum tankar. Øll informatión hevur eina mentala keldu - eisini genetisk informatión. Hvaðani kemur henda informatión frá? Darwinisma, ið byggir á filosofiska materialismu, kann ikki svara hesum, tí upp-runin til informatión liggur uttanfyri tann fysiska heimin.
Innihaldið í omanfyri nevndu bókum er eyðkent av gløggskygni og nærlagni. Skilagóðu grundgev-ingarnar í slíkum bókum eru ikki lætt atkomuligar innan skúlagátt, har andsfrælsi, tollyndi og objek-tivitetur átti at havt rúmari ræsur.