Í annaðkvøld verður borgarafundur á Selatrað um ætlanirnar hjá SEV at taka áirnar í bygdini til vatnorkuætlanina á Eiði. Tá fer elfelagið at greiða frá sínum ætlanum.
SEV hevur sent umsókn til Sjóvar kommunu um loyvi at taka áir á Selatrað til útbygging av vatnorkuni. Hesum eru fólk á Selatrað ikki serliga fegin um. Tey hava tí savnað inn undirskriftir ímóti ætlanini bæði í bygd og av bygd, og í annaðkvøld verður kunnandi fundur í skótadeplinum um málið.
Jákup Weihe á Selatrað er ein teirra, sum er alt annað enn fegin fyri hetta, og hann vísti eisini á sína ónøgd í Degi og Viku í gjárkvøldið. Hann sigur við Portalin í kvøld, at tey rópa neyðarróp av Selatrað og heita á so nógv fólk sum gjørligt at møta á borgarafundinum í annaðkvøld at vísa sína misnøgd við ætlanirnar hjá SEV.
Jákup Weihe sigur, at verður vatnið tikið úr áunum, so doyr alt lív í áunum, har veriða eingi síl, og jørð og annað tornar.
Tað er Sjóvar kommuna, sum ger av, um SEV sleppur at turrleggja áirnar.