Fótbóltur
Fyri dystin var tað avgerandi, at KÍ-venjarin gjørdi av at taka Rodrigo av vøllinum nakað inn í seinna hálvleik. Við tveimum málum hevði brasilski framherjin sín stóra lut í 3-1 leiðsluni, sum KÍ tá hevði, men eftir útskiftingina gjørdust klaksvíkingar alt meira tannleysir.
Rodrigo hevði ein lítlan skaða at dragast við undan dystinum, og við viðferðini, sum spælarin fekk á vøllinum, segði KÍ-venjarin, Eyðun Klakstein, at hann tordi ikki at lata spælaran halda fram á vøllinum.
- Eg føldi eisini tað, at dómarin í dystinum kláraði ikki ordiliga at verja okkara spælarar. Teir fóru somikið illa við honum (Rodrigo), so eg valdi at taka hann av vøllinum, so vit eisini kundu brúka hann næstu ferð.
- Tað haldi eg er nakað, sum tú sært meira og meira í ávísum dystum og á ávísum vøllum. Nevnliga at dómararnir klára ikki at verja spælararnar nóg væl, segði Eyðun Klakstein.
Og Eli Hentze, venjari hjá B71 var á ongan hátt ósamdur, tá hann gjørdi sínar viðmerkingar til dystin hjá B71 í Havn.
- Eg havi eitt lítið hjartasuff. Og tað er ikki eitt slíkt, sum gevur leikbann frá FSF, tí eg ætli mær ikki at siga, hvussu dómarar síggja út, ella hvussu teir renna.
- Men teir spælarar, sum æstetiskt eru við til at ríka fótbóltin, verða alt ov lítið vardir. Og teir, sum vit kalla bissarnir, fáa alt ov langar teymar. Vit spældu ímóti HB í øðrum umfari, og eitt tað størsta talentið í føroyskum fótbólti, Rasmus Nielsen, varð fyrilitarleyst sparkaður niður. Og í dag síggja vit, at Clayton Soares verður sparkaður niður aftanífrá, uttan at tað gevur nakað. Tað sama sóu vit í fjør við tí úrsliti, at Clayton spældi lítið í seinnu hálvu í fjør, og hann hevur í næstan ongan mun verið við í tilgongdini til hetta kappingarárið.
- Snøgt sagt, so haldi eg, at teir dómarar, sum vit hava – líkamikið um teir eru nógvir ella fáir – í nógv størri mun skulu verja spælararnar á vøllinum.
- Tað, sum eg serliga hugsi um, er tá spælarar standa við rygginum til mótstøðumann, og tí ongan møguleika hava at verja seg, verða sparkaðir niður. Tað var nakað, sum stórt fokus var á fyri nøkrum árum síðani, men í dag er nógv størri fokus á spælarum ,sum brúka seg.
- Tað er sjálvandi í ordan, at spælari fær leikbann, um hann ikki uppførir seg ordiligt. Men skuldi eg valt ímillum ófólkaligheitina og tað, sum er markinum til harðskap, so vildi eg heldur valt ein, sum brúkti seg eitt sindur for nógv, segði Eli Hentze.