Anna M. Hentze
Onkuntíð sær tað tó út sum at veikir bólkar verða gloymdir. Ella at veikir bólkar, ið áttu at verið vardir, missa ágóðar, ið áður vóru vanlig rættindi. Tað kann tykjast sum um, at bæði samfelagið, og tær mannagongdir ið fáa samfelagshjólini at mala, skulu effektiviserast so nógv, at tað ikki er pláss fyri menniskjunum í maskinarínum. Men hvat renna vit eftir? Hví skal alt vera so effektivt? Hvat er samfelagið annað enn tað staðið, har menniskju, vit øll, skulu liva og trívast? Har øll eiga at verða vird og vard? Har bæði sterk og veik skulu hava tað gott?
Viðhvørt tykir mær, at samfelag okkara alt meir og meir verður innrættað til fólk, ið eru frísk, ung, gløgg, rík og mobil. Men samfelagið eigur at vera líka gott fyri øll, bæði fyri tey fyrst nevndu, og eisini fyri sjúk, gomul, fátæk og tey, ið hava tørv á meir umsorgan. (ja, um tað so var Jógvan Sofus Joensen, ið annars hevur givið mær gásarhold í eina heila viku, inntil hann varð avsannaður í Vikublaðnum í gjár).
Í gjáramorgunin lá bræv frá Postverkinum í postkassanum:
Góði postkundi
&Frá mánadegnum 22. mei 2006 fer postverkið at broyta posttænastuna til húskini í tykkara bygd.
&Í staðin fyri at lata post- og pengasendingar til postboðið at avgreiða, mugu tit frá nevnda degi fara á nærmasta posthús at gera postørindi.
&Kundar, sum hava fingið fólkapensión útgoldna frá postboðnum, mugu í framtíðini á posthúsið at fáa peningin útgoldnan.
&Vónandi elvir broytingin ikki til stórvegis trupulleikar. ...
Nú vænti eg ikki, at postverkið roknar við, at fólkapensiónistarnir yngjast, og vónirnar um avmarkaðar trupulleikar eru óivað vælmeintar. Men álvaratos: Tá taxasjaførurin hevur fingið fyri túrin út á posthúsið, er neyvan serliga nógv eftir av tí, frammanundan avmarkaðu, pensión, ið skal røkka til ein heilan mánað. Umframt hetta, eru nøkur gomul fólk, ið sjáldan hætta sær útum. Eg undrist á, um heimahjálpirnar hava loyvi til at fara slík ørindi fyri brúkararnar. Annars mugu tey, umframt at noyðast at leiga bil, eisini fáa fólk at fara fyri seg inn á posthúsið.
Henda broyting í tænastuveiting má metast sum eitt stórt afturstig í vælferðarsamfelagnum, men sjálvandi, alt gongur so skjótt fyri seg, at fólk við ábyrgd fyri borgarum landsins, neyvan hava stundir til at brýggja seg um, at ein bólkur av fólki, ið lutvíst er veikur, fær eitt sindur verri kor.
Eitt annað dømi, ið vísir, at tey, ið ikki hoyra til elituna, verða lopin um, er, tá einhvør tænasta verður rætt fram, men einasti máti at ognast hana er við at senda t-post til eina netadressu. Tað eru hóast alt ikki øll, ið hava teldu. Og tað eru ikki øll, ið eru so fim á tastaturinum. Mundi tað, í slíkum førum, ikki eisini borið til at víst á eitt tlf.nr., ið annaðhvørt svarar ella tekur ímóti sms-boðum?
Tað er umráðandi, at menniskju verða vird og vard, tí í einum samfelag har tey veikastu hava tað gott, hava øll tað gott