Neyðarróp til kinverjar

Gerhard Lognberg,
løgtingsmaður

 Hví legði Høgni Hoydal bein fyri síðstu samgongu, so hon fór í sor? Jú, fyri at sleppa undan tí politikki, sum hann hevði skotið út í kortið, skrivar Gerhard Lognberg


Biðja Kina senda rættleiðing til ST, ja soleiðis sigur Gudmund Alfredson, professari í svari til Høgna Hoydal.
Hetta sigur professarin, tí Føroyar eru ikki limur í ST. Ja, tað sigur ikki so lítið, tá Kina skal verða føroyinga bjarging.
Tjóðveldisflokkurin situr í andstøðu á tingi, og sjálvsagt royna teir at geva samgonguni so nógvan mótgang sum gjørligt. Hetta er nokk politikkur, tá hann er bestur.
Men eg haldi, at Høgni Hoydal og frúurnar í flokkinum fara alt ov vítt, har kastað verður um seg við orðum, ja niðurgerðir um lygn og landasvik.
Hesa tíðina sum samgongan hevur verið í millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, hava ákoyringarnar ímóti løgmanni verði harðrendar.
Tað hevur verið eygsýnt, at Høgni Hoydal hevur fingið part av Tjóðveldisflokkinum at seta skrivligar fyrispurningar í langar banar, helst fyri at løgmaður skal einki kunna gera, uttan at arbeiða við at svara spurningum frá Høgna Hoydal og Anitu á Fríðriksmørk o. o. Vell, er tað tað sum politikkurin er fyri Høgna Hoydal, so man vera í lagi.
Alt sum er hent í hesi samgonguni er nýðingsgerðir, tað metir Høgni Hoydal. Ikki minst av gorðgangi var, tá ið Íslandssáttmálin var fyri, sum í roynd og veru var eitt politiskt bragd av samgonguni og løgmanni.
Hoyrdi í ùtvarpinum Annfinn Kallsberg siga, at henda samgonga hevur klárað meira á sjálvstýrisleið, enn undanfarna samgonga, tá samráðingar vóru við Danmark.
Tað sum eg haldi at Høgni Hoydal er desperatur av, er at hansara politikkur er nær um eingin í løtuni og hevur verði eingin leingi.
Hví legði Høgni Hoydal bein fyri síðstu samgongu, so hon fór í sor? Jú, fyri at sleppa undan tí politikki, sum hann hevði skotið út í kortið.
Men nú at sita og kalla onnur fyri líkt og ólíkt, tað ber væl til!
Nei, einki gera hesar týðingarnar, sum eru sendar um Ríkislógartilmæli nøkrum nakað mein, og Føroyar eru hvørki meir ella minni heftar at Danmark, men tað verða føroyingar, sum til eina og hvørja tíð gera av, um Føroyar skulu loysa frá Danmark.
Sjálvt tá kongshúsið var á vitjan í summar, fekk Høgni Hoydal tey fáu orðini hjá Hennara Hátign Dronning Margrethu í rangastrupan, og hevur hann meylað um taluna til nú hetta loysti av.
Men Høgni, eg meti tað sum eina beistagerð ímóti Føroya landi, tá tú sum størsti talsmaður fekk blokkin skornan við 366 mió. kr. Tí tað vóru pengar, sum føroyingar áttu. Tað kann slást rimmar fast, tað hava danskir statsministarir sagt fleiri ferðir, at føroyingar fáa einki úr Danmark. Danskarir fáa líka nógv úr Føroyum.
Høgni Hoydal, legg hasa stríðsøksina til síðis, og rætt løgmanni eina hond, so tú kann siga, at tú er partur av tí positiva, sum hendir í landinum.
Hvat kann mann siga um Kina? Ja, teir hava helst nokk størri trupulleikar enn tey flestu.
Sjálvur haldi eg, at løgmaður skal ikki brúka alla sína orku upp á Høgna Hoydal, tí tað er tað hann vil.
Størsta forakt er ikki at svara aftur, men tað gongur nokk ikki í politikki.