Neyðsent

Føroysku sjúkrabilarnir eru í so ringum standi, at summir klára ikki altíð at koyra sjálvir. Mánadagin vóru tveir bilar sleipaðir heim aftur samstundis

Føroysku sjúkrabilarnir eru í so ringum standi, at støðan ikki kann góðtakast longur, siga keldur, sum standa sjúkrahúsverkinum nær. Mánadagin kom ein sløkkiliðsbilur úr Eysturoynni við einum bili á lastini og einum hangandi afturút. Annar var sjúkrabilur, meðan hin var ein bilur, hjá Landssjúkrahúsinum, sum brúktur verður til aðrar tænastur.

Keldur okkara ynskja ikki alment at leggja navn til upplýsingarnar, men blaðmaðurin kennir samleika teirra og kann vátta, at tær eru álítandi.

Tíðindablaðið Sosialurin hevur fingið at vita, at bilarnir eru í so ringum standi, at teir, sum koyra við teimum, ikki eru vísir í, at teir uttan trupulleikar vinna upp aftur hús, tá teir eru úti í flutningsørindum. Og tað er jú beinleiðis vandamikið, tá hugsað verður um, at teir eru ætlaðir at bjarga mannalívum. Har tað eru minuttirnir, sum telja. Tá er tað jú beinleiðis lívshættisligt, at bilarnar steðga upp, meðan teir eru til arbeiðis. Ein kelda okkara veit at siga, at mánadagin vóru tríggir sjúkrabilar á verkstaði.

Sagt verður, at samstundis sum pengar verða brúktir til tilbúgvingarætlan fyri oljuvinnuna, sum annars er í fínasta lagi, gloyma vit púra at halda okkara egna sjúkraflutning viðlíka. Bilarnir, sum í dag eru til taks, eru gamlir og niðurslitnir. Ikki bara í Havn og í Eysturoynni, men eisini á Sandoynni og í Vágum.

Í Klaksvík eru støðan heldur ikki betri enn góð. Heri Ellingsgaard, fyristøðumaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur, at teirra bilar eru umleið 10 ára gamlir og treingja álvarsliga til at verða skiftir út.

Klaksvíkar Sjúkrahús fær eisini ein nýggjan bil í hesum árinum. Tað eru tey heilt einfalt noydd til, sigur fyristøðumaðurin, tí teir báðir gomlu bilarnir eru vorðnir ov dýrir at halda. Klaksvíkar Sjúkrahús keypti ein nýggjan bil fyri umleið 10 árum síðan, og seinni ein brúktan, sum var á leið javngamal við hin, tey høvdu.

Tað er ein prioriteringsspurningur, sigur Heri Ellingsgaard. Alt ov lítið verður sett av til at reka sjúkrahúsverkið fyri, og so má veljast. Ella serliga veljast frá. Og har hava bilarnir so bøtt í fleiri ár.

Í grannalondum okkara høvdu hesir sjúkrabilarnir langt síðan verið settir fyri aldur. Og í øllum førum verið avlagdir sum neyðsendaakfør. Bæði í Danmark og Svøríki hava teir tann politikk, at tá bilurin nærkast teimum trimum árunum, verður hann ikki brúktur til neyðsendarferðir meira.

Men eins og vanligt hevur verið við fiskiskipum, hava føroyingar keypt brúktar, svenskar sjúkrabilar bíliga, tá sviar hava sett teir.

Ein kelda, Sosialurin hevur tosað við, heldur, at tað var ikki meira enn natúrligt, at føroyska sjúkrahúsverkið átti eina konto, sum burtur av var til at keypa sjúkrabilar fyri. Ein bilur um árið hevði verið rímiliga passandi, sigur kelda okkara, sum hevur skil á slíkum. Tað kundi verið gjørt við eini hálvari millión árliga á fíggjarlógini. So mikið - ella lítið - fyri ta trygdina.

Heri Ellingsgaard, fyristøðumaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, er samdur við ónevndu kelduni í, at vit áttur at brúkt ta hálvu milliónina árliga til at skift bilarnar regluliga út.