Neyðtók og og hótti kvinnu við lívinum

Ein maður er dømdur fyri eina óvanliga grova neyðtøku, har hann eisini tók kvørkratak á kvinnuni og hótti hana við lívinum fyri at hon ikki skuldi melda

Ein maður er nú dømdur eina trivaliga fongsulsrevsing fyri at hava verið óvanliga harðligur ímóti eini kvinnu.

Tað endaði við, at hann neyðtók hana og tók hvørkatak á henni

Tvær ferðir eina náttina legði hann á somu kvinnu har hann royndi at neyðtaka hana og var óvanliga harðligur ímóti henni til hon misti vitið.

Fyrru ferðina miseydnaðist neyðtøkan, tí kvinnan setti seg til mótverju til tað eydnaðist henni at sleppa til rýmingar

Men stutt eftir fekk maðurin aftur fatur á somu kvinnu og tá fullførdi hann neyðtøkuna.

Av tí sama varð maðurin bæði ákærdur fyri neyðtøkuroynd og fyri beinleiðis neyðtøku.

Men harumframt varð hann eisini ákærdyr fyri harðskap av serliga ráum og grovum slagi

Tað er hann tí í sambandi við neyðtøkuna tók hann kvørkratak á hana og takið var so fast, at hon svímaði.

Álopið á kvinnuna var so harðligt, at hon hevði merki, skurðsl og sár ymsastaðni á kroppinum.

Og sum um at tað ikki var nóg mikið, hótti maðurin eisini kvinnuna til at tiga við hendingini, tá ið hon gjørdi honum greitt, at hon fór at melda hann.

Sambært ákæruritinum hótti hann við at drepa hana, ella okkurt líknandi.


Minnist einki

Maðurin játtaði seg ikki sekan. Sambært honum fekk hann ikki játtað seg sekan, tí hann mintist so lítið til hendingina.

Eftir at ákæran var lisin upp, varð forboð sett fyri at endurgeva meiri úr rættinum og tað varð partvís eisini viðgjørt fyri afturlætnum hurðum.

Men ákærin gjørdi greitt, at kravið er, at maðurin skal í fongsul.


22 mánaðir

Nú er maðurin so sømdur at sita í fongsli í eitt ár og 10 mánaðir.

Sostatt varð hann kendur sekur á ákærunum, sum settar vórðu fram ímói honum.

Harumframt skal hann gjalda kvinnuni, hann gjørdi seg inn á, 70.000 krónur í endurgjaldi og hann skal eisini rinda sakarmálskostnaðin.

Revsingin liggur innanfyri tær rammur, sum eru vanligar í Føroyum fyri lógarbrot sum hetta.

Men Finn Ougaard, varafúti sigur, at hevði hetta verið í Danmark, hevði revsingin verið eitt ár longri í fongsli, tí har her revsingarnar herdar fyri lógarbrot sum hetta.

Í føroyum verður eisini arbeitt fyri at herða revsingarnar fyri líknandi lógarbrot og Løgtingið viðgerð í løtuni uppskot um hetta.