Óneyðugir keisaraskurðir

Meiri enn 20 prosent av teimum børnunum, sum verða fødd í Danmark, koma í heimin við keisaraskurði, og í støðugt fleiri førum hendir tað, uttan at tað er læknafakliga neyðugt.

Ein kanning hjá Ugeskriftet vísir, at fleiri kvinnur velja keisaraskurð, tí tær halda tað vera tryggari fyri børnini og tær sjálvar. Hetta undrar granskararnar, tí veruleikin er, kvinnur, sum eiga við keisaraskurði, fáa ofta størri trupulleikar enn tær, sum eiga á vanligan hátt, skrivar Ugeskriftet.

Granskararnir halda, at betri upplýsing kann fáa nógvar kvinnur at velja vanliga føðing heldur enn keisaraskurð.