Óneyðugt at broyta tað sum riggar

445 hava skrivað undir mótmæli móti avgeriðina hjá Landssjúkrahúsinum at enda samstarvið við Kristján Skúli Ásgeirsson

Síðan tíðindini bórust í farnu viku, at Landssjúkrahúsið hevur avgjørt at steðga samstarvinum við íslendska læknan Kristján Skúli Ásgeirsson, ið hevur tikið sær av skurðviðgerðum í samband við bróstkrabba, hava 445 fólk skrivað undir eitt mótmæli móti avgerðini.


- Vit vilja við hesum staðiliga heita á leiðsluna á Landssjúkrahúsinum og á Landsstýriskvinnuna í heilsumálum um IKKI at slíta samstarvið við bróstaskurðlæknan Kristján Skúli Ásgeirsson, sum í 8 ár hevur tikið sær so fyrimyndarliga væl av føroyskum bróstkrabbasjúklingum, ljóðar mótmæli.


Súsan Joensen er ein teirra, ið hevur gjørt vart við sína misnøgd, og vísir hon á, at tað er óskiljandi hví man ynskir at broyta nakað, ið riggar í føroyska heilsuverkinum.


- Vit hava spurt leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, um tey kunnu tryggja okkum, at viðgerðin verður mist líka góð faklig og menniskjalig. Krabbameinsviðgerð er ikki nakað, ið man skal eksperimentera við. Tá man hevur nakað sum riggar, hví skal man so broyta tað, spyr Súsan Joensen.


Súsan Joensen hevur sjálv havt bróstkrabba og manglar einans eina viðgerð, ið verður framd áðrenn avtalan við Kristján Skúli Ásgeirsson endar 1. februar. So fyri hana persónliga, so hevur tað ongan týdning hvør læknin er eftir 1. februar, men letur hon so mikið væl at íslendska læknanum, at hon vónar at aðrir sjúklingar fáa gagn av hansara serfrøði.


- Fleiri sum gera vart við seg, eru fyrrverandi sjúklingar, ið ikki longur hava tørv á viðgerð. So hetta er ikki fyri okkara skyld, men vit ynskja at varðveita hann fyri komandi sjúklingar, sigur Súsan Joensen og leggur afturat.


- Kristján Skúli Ásgeirsson er serfrøðingur innan fleiri økir. Hann kann taka sær av plastikkskurðviðgerðini og bróstkrabbaskurðviðgerðini. Tað merkir, at hann kann endurskapa eitt bróst í somu viðgerð, ið hann tekur krabbameini. Tað verður torført at finna ein lækna, ið hevur somu útbúgving sum hann í Danmark.


Harumframt vísir Súsan Joensen á, at Kristján Skúli Ásgeirsson megnar at lofta tí einstaka sjúklinginum.


- Hann hevur tann menniskjaliga partin. Hann hevur tikið sær av sjúklingum í átta ár nú, og vit verða borin gjøgnum tað upp á allar mátar. Sum støðan er á Landssjúkrahúsinum nú, so verður man blakaður runt millum ymiskar onkologar. Eg havi verið sjúklingur í tvey ár, og eg havi møtt so nógvum onkologum, at eg havi mist talið á teimum. Eg havi bara einaferð uppliva, at eg havi sitið yvirav einum onkologi, ið er serfrøðingur í mínari sjúku. So vanliga siti eg sum sjúklingur og veit meira um sjúkuna enn læknin veit. Í øllum hesum hevur Kristján Skúli Ásgeirsson verið tað fasta punktið hjá flestu sjúklingum, tí hann kennir okkum, hann kennir okkara sjúku og er serfrøðingur innan júst hetta økið, sigur Súsan Joensen.


Í gjár kunngjørdi stjórnin á Landssjúkrahúsinum, at verandi sáttmáli við Kristján Skúli Ásgeirsson fyribils heldur fram til 1. februar. Fráboðanin vekir undran hjá Súsan Joensen.


- Avtalan millum Kristján Skúli Ásgeirsson og Landssjúkrahúsið hevur alla tíðina verið galdandi fram til 1. februar, so hatta er bara fyri at royna at sissa fólk. Í Kringvarpinum í gjár fekk sjúkrahússtjórin tað eisini at ljóða sum, at Kristján Skúli Ásgeirsson arbeiddi á Landspítalinum, men gavst fyri at arbeiða í egnari klinikk. Men avtalan hevur seinastu árini alla tíðina verið millum klinikkina og Landssjúkrahúsið, og ikki nakran annan, so har er einki broytt, sigur Súsan Joensen.