Neyðugt at endurskoða stuðulsveitingar

Borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, heldur tað verða neyðugt at endurskoða mannagongdina, tá ið stuðul verður latin til umvæling av gomlum húsum

Í Sosialinum í gjár var greitt frá, at fyrrverandi eigarin av nógv umtalaðu Degnshúsunum hevði fingið okkurt um 200.000 krónur í stuðuli frá kommununi, tá ið húsini skuldu umvælast. Stuðulin varð veittur, tí at húsini skuldu varðveita sína gamla stíl, og tí at táverandi byggi- og bðarskipanarnevnd bðráðsins mettu húsini varðveitingarverd. Tískil varð stuðul veittur, men hóast stóru upphæddina setti bðráðið ongan klausul í sambandi við stuðulsveitingina. Hetta merkir, at hóast kommunan lat so stóra upphædd til umvælingina, kann eigarin taka húsini niður ella flyta tey, uttan at kommunan fær gjørt nakað við tað.

Sjálvsagt skulu treytir setast
Jan Christiansen, borgarstjóri, sigur, at eftir hansara tykki er neyðugt at endurskoða mannagongdina, tá ið slíkur stuðul verður veittur. Hann heldur tað verða upplagt, at bðráðið setir ávísar treytir, tá ið so stórur stuðul verður veittur, tí sum nú er ber til hjá eigaranum at ríva húsini niður dagin eftir, at stuðul er veittur, og tað ber ikki til, sigur borgarstjórin í Havn.
Annars hevur borgarstjórin í Havn ikki tær stóru viðmerkingarnar til málið, tí hann sigur seg ikki verða so innarlaga í málinum. Tað einasta, ið hann fyri vissu veit, er, at ein borgari hevur søkt um byggiloyvi á tí matrikul, har húsini hjá Anton Degn standa, og at bæði bðararkitekturin og tekniski stjórin mæla til, at loyvið verður givið, tí nðbygningurin fylgir byggisamtyktini fyri økið.